Føroysk reiðfólk: Søguliga góð úrslit til NM

Ongantíð fyrr hava føroysk reiðfólk fingið so góð altjóða úrslit, sum nú til Norðurlandameistarakappingina í Danmark.

Tað er frøði í føroysku leguni sum í hesum døgum ferðast heim, aftaná eitt sera væleyðnað NM í Herning í Danmark. Tí ongantíð fyrr hava úrslitini verið so góð sum hesu ferð. Fyrr hava tað verið einstøk reiðfólk ið hava skarað framúr og seinastu tvey árini hevur tað eisini eyðnast at vinna bæði gull og silvurheiðursmerkir til NM og HM.

 

Munurin hesaferð er tó tann at nú eru tað munandi fleiri reiðfólk ið megna at vinna sær pláss í finalum, bæði B og eisini A finalum. Hetta við tí sjálvsagda kryddinum at vinna tvey silvurheiðurmerkir, ger at hetta Norðurlandameistaraheitið ferð at standa sum enn ein varði í føroyskari reiðsøgu.

 

Umframt silvurheiðursmerkini til Rakel B. Tindskarð og Knút Lützen, so var eisini talan um eitt fjórða pláss til Ester Dahl á Heygum og Dalvar frá Dalbæ ll í greinini GDY-A, tey bæði vunnu sær eisini pláss í B finaluni í F1Y, har gjørdist tey eisini nummar fýra.

 

Elma Laksafoss og Hvinur frá Árbærjarhjálega ll vunnu sær tvey B finalupláss. Í greinini T2Y gjørdist tey nummar tvey og í GDY-B gjørdist tey nummar seks. Eisini Ragnheiður Dam Ólafsdóttir vann sær eitt B finalupláss. Hon og hesturin Hugi frá Hrepphólum gjørdist nummar fimm í teirra B finalu í T1. Umframt hesi so vóru eisini Jason D. Lútzen, Óluva á Lofti, Ranja H. Djurhuus og Valborg Laksafoss í hópinum. Tey kláraðu seg esini væl og hava heilt vist nomið sær royndir, ið kunna brúkast til seinni kappingar.

 

##med2##

 

Eitt sum eisini var serstakt við NM í Danmark, var at tað hesaferð var ein stór føroysk fjepparafjøld ið stuðlaðu føroysku reiðfólkunum. Hetta man helst vera avleiðing av góðu føroysku úrslitinum seinastu árini. Reiðfólkini søgdu at tað gjørdi stóran mun at tað vóru so nógv fólk og stuðlaði teimum.

 

Samanumtikið má sigast at hetta NM gjørdist ein sólskinsøga fyri føroyska ríðing. Tað var størsti føroyski hópurin nakrantíð, hægsta medaljuúrtøkan, mestu finaluluttøkur og nógv tann størsta fjepparafjøldin nakrantíð.

 

##med3##

 

##med4##