Í hesum døgum er kapping um danmarksmeistaraheitið fyri íslandsross og har eru fimm føroyskar reiðkvinnur við. Ein av teimum er Ragnheiður Ólafsdóttir og Ríðisamband Føroya sigur, at tá ið tey vitjaðu hana í Svenstrup í norðurjyllandi, har hon var farin at venja til Danmarksmeistaraskapið og kappingina um norðurlendska meistaraheitið, sum verður seinni, var hon heldur lítillátin og segði at hon var fegin um hon kom í eina B finalu í kappingini um danmarksmeistaraskapið.
Tað er Føroyskt íslandsrossafelag, sum hevur sent hana til kappingina og Ragnheiður Ólafsdóttir og Hugi, eru við í greinunum T1 og V1 U. Nú tá innleiðandi kappingarnar hjá henni eru lidnar, hevur hon tó gjørt sínar egnar spádómar til skammar, hon hevur nemliga megnað at kvalifisera seg til A finalurnar í ikki minni enn tveimum greinum, sigur ríðisambandið.
Hetta man metast sum satt bragd hjá Ragnheiður Ólafsdóttir og Huga. Verður hugt eftir úrslitinum í innleiðandi, so er heldur ikki óhugsandi at tey bæði á einum góðum degi kunna røkka einum heiðurmerkið til finalunar, sigur ríðisambandið.
Hinar reiðkvinnurnar ið luttaka fyri Føroyar, hava eisini klára seg væl og vónir eru enn at vit fáa enn betri umboðan í finalunum, leggja tey afturat.