Føroysk umrøða í sponskum sjónvarpi

Video: Nýggju sponsku leikararnir hjá B68 góvu í gjárkvøldið Føroyum góða umrøðu á stórari spanskari sjónvarpsrás

Nýggju sponsku leikararnir hjá B68, Pedro Tarancon Anton og Carlos Quintana Herrero, góvu í gjár Føroyum góða umrøðu á stórari spanskari sjónvarpsrás.

 

Á sjónvarpsrásini El Chiringuito var í gjárkvøldið eitt innslag um nýggju leikararnar hjá B68, har leikararnir vóru fylgdir í gerandisdegnum í Føroyum, umframt at upptøkur vóru frá venjingarleguni hjá B68 í Íslandi.

 

Frá sponsku leikarunum hjá B68 verður sagt at yvir ein hálv millión spaniólar sóu sendingina í gjárkvøldið.

 

Í videobrotinum omanfyri ber til at síggja innslagið úr Føroyum. Innslagið er beint yvir tveir minuttir.