X Factor sangkappingin í Danmark er nú byrjað aftur, og seinastu vikurnar hevur Danmarks Radio sent undansendingarnar, har funnið verður fram til teir 9 luttakararnar í live-sendingunum
Ein av teimum, sum er sloppin ígjøgnum nálareygað er 15 ára gamla Jasmin Dahl, sum er annar sangarin í bólkinum Anthony Jasmin.
Jasmin hevur føroyska familju og er obligatoriska føroyska umboðið í donsku X Factor kappingini hesaferð.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðu við Jasmin, har hon millum annað greiðir frá um síni føroysku ættarbond.