Boð úr Føroyum orsøk til at Paul Watson varð handtikin

Tað var eftir boðum frá løgregluni í Føroyum, at Paul Watson varð handtikin í Nuuk 21. juli í ár

Tað kom fram í landsrættinum í Grønlandi í dag. Verjin hjá Paul Watson kravdi, at umhvørvisaktivisturin varð latin leysur alt fyri eitt, tí at brotsgerðin, hann er skuldsettur ffyri, ikki hevði so stóran týdning, at at Paul Watson ikki kendir til stinkbumbuna, sum skuldi verið skotin av undir átakinum.

 

Verjin legði á rættarfundinum fram myndadokumentatión, sum skuldi prógva, at Paul Watson var ósekur.

 

Hóast tað staðfesti landsrætturin í Grønlandi avgerðina um at leingja varðhaldsfongslingina.

 

Men á rættarfundinum kom eisini fram, at tað var eftir boðum úr Føroyum, at Paul Watson varð handtikin tann 21. juli í ár.

 

##med2##

 

Tað hava verið eini altjóða handtøkuboð um Paul Watson síðani 2010. Á rættarfundinum í dag kom fram, at tað var løgreglan í Føroyum, sum kunnaði grønlendsku løgregluna um, at skipið hjá Paul Watson var á veg ímóti Grønlandi í juli.

 

Rættarfundurin hjá Landsrættinum í Grønlandi vardi í fleiri tímar. Men endin var, at landsrætturin staðfesti avgerðina um at leingja varðhaldsfongslingina av Paul Watson til 23. oktober.

 

Lesið frágreiðingina hjá Sermtisiaq frá rættarfundinum við at trýsta her

 

 

 

Paul Watson var við skipi sínumJohn Paul De Joria í Nuuk í Grønlandi, tá hann varð handtikin 21. juli í ár