Føroyska U21-landsliðið er sætti størsti favoritturin til at vinna HM

Danske Spil hevur týsku vertirnar og Spania, ið er í innleiðandi bólki við okkum at vera størstu favorittarnar til at vinna U21 HM í manshondbólti

Savnsmynd: Harald Bjørgvin

Føroyska U21-manslandsliðið er saman við Ungarn og Svøríki sættistørsti favoritturin til at vinna HM-endaspælið fyri U21-manslandslið, ið verður avgreitt í Týsklandi í døgunum millum 20. juni og 2. juli. 

 

Komandi týsmorgun klokkan 10 spæla Føroyar móti Angola. Komandi hósmorgun klokkan 10 er Japan mótstøðuliðið, og komandi fríggjakvøld klokkan 19.15 er krútsterka liðið úr Spania mótstøðulið okkara í innleiðandi bólki D.

 

Sambært Danske Spil eru Føroyar saman við Ungarn og Svøríki sætti størsti favoritturin til at vinna HM-endaspælið. Oddsini upp á, at Føroyar vinna HM-gull eru 16,00. 

 

Týsku vertirnir eru fremstu favorittarnir. Oddsini upp á týsku vertirnar eru 2,10. Oddsini upp á, at Spania vinnur HM eru 2,75, so givið er, at vit fáa tað sera torført móti Spania komandi fríggjakvøld.

 

Sambært Danske Spil er Danmark triðstørsti favoritturin. Oddsini upp á Danmark eru 5,00. 

 

Oddsini upp á, at Ísland ella Noreg vinnur HM eru 60,00, og oddsini upp á, at Grønland vinnur HM eru heili 3000,00.

 

Føroysku venjararnir, Julian J. Johansen og Mark Marcher mugu finna seg í,  at Føroyar eru risastórir favorittar móti Angola og Japan í ínnleiðandi bólkaspælinum. Oddsini upp á, at Japan vinnur HM eru 300,00, og oddsini upp á, at Angola vinnur HM-gull eru heili 3000,00. 

 

Her eru oddsini hjá Danske Spil: 

 

##med2##

 

Savnsmynd: Harald Bjørgvin