Føroyskar familjur trælir av dýrum húsum

Hvussu gongur at útvega føroyingum bíligari bústaðir?

 

Hvussu gongst við ætlanini at útvega føroyingum bíligari bústaðir

Tað er ein spurningur, sum verður viðgjørdur í beinleiðis kjaksending klokkan 16 á Rás2 í dag, mikudagin.

 

Tað er Óli Breckmann, sum skipar fyri sendingini, ið hann kallar ”Frá eigara- til leigaramentan - ella ein betri húsamarknaður”.

Við pallborðið sita Andrass Róin, stjóri í Bústøðum, Helgi Johannesen, byggimeistari, og Annika Olsen, eitt av landstýrisfólkunum, sum umsita málsøkini, ið Bústaðir er partur av.

Óli Breckmann staðfestir, at í áratíggju hava okkara kommunalu byggiviðtøkur, og Húsalánsgrunnurin, givið okum ein vónleyst eintáttaðan sethúsamarknað.
 
- Vit hava miðað eftir at hava eina húsaeigaramentan í Føroyum, og 85% av øllum familjum hava átt egin hús.
 - Av okkara uml. 17.000 sethúsum, eru ivaleyst helvtin bygd, eftir at at Húsalánsgrunnurin varð stovnaður mitt i 1960-árunum, so annarhvør føroyingur býr í húsum við tveimum ella trimum hæddum.

 

- Dagsprísurin á slíkum húsum liggur uml 1,5 mió kr at byggja, tá tey eru flytandi inní - umframt grundøki, byggibúning og liðuggerð innan og uttanum.
 
- Hetta byggisnið hevur trælabundið flestu føroysku familjur í eina kvart øld av teirra bestu árum, staðfestir Óli Breckmann.

 
Hann heldur, at ein vansi við hesum einsháttaða byggisniði, er, at tá ið húsfólkini verða pensjonistar, orka tey illa at røkja húsini, sum tey eiga.

 

- Verri er, at tey sleppa ikki av við húsini á eldri árum, tí lítið annað betri ella bíligari er at keypa og flyta inn í.
 
Men í 2012 gjørdi landstýrið hol í sjógvin, tá ið lóggávan um Bústaðir varð samtykt.

 

Endamálið er:

- At virka fyri, at øll í Føroyum kunnu útvega sær bústað.

- At tryggja fjølbroytni á bústaðamarknaðinum.
- At minka orkutørvin til at hita húsini.


Til at røkka hesum endamálum fær Bústaðir m.a. hesar heimildir:
- At veita fígging til orkusparandi tiltøk í føroyskum húsum.

- At veita veðskuldarlán til íbúðarfeløg og íbúðarstovnar.

- At útvega, reka og leiga út íbúðir, íbúðarstovnar, íbúðarhús og at útvega bústaðir til ein betri, bíligari og meiri fjøltáttaðan marknað.

- Bústaðir bjóðar ráðgeving, umsiting, fígging og luttøku ella eigaraskap til kommunalar o.a.bústaðarverkætlanir kring landið.


Bústaðir arbeiðir við m.a.:
- At fáa skipað viðurskifti á leigumarknaðinum.
- At fáa samskipað tilboð til øll í samstravi við komunalar og landsmydnguelikar.
- At tryggja viðlíkahald og støðugar nýggjar íløgur, og

- At fáa skipað eitt burðardygt virkisøki við dygd, leigarum at gagni.


Men hvussu hevur so gingið higartil við hesum málsetningi, verður spurt í kjakinum.
 
Ætlanin er glæsilig, tí tað er, at Bústaðir skulu byggja einar 100 íbúðir um árið og sostatt skulu 500 íbúðir verða lidnar longu í 2020.
 

Óli Breckmann heldur, at 500 leigubústaðir kollvelta neyvan bústaðarmarknaðin.

Men kunnu vit vænta

 - At føroyingar fáa eina leigara- heldur enn eigaramentan?
- Hvørja ávirkan fáa 100-tals nýggjar leiguíbúðir á sethúsamarknaðin. Fellur húsavirði kring landið?
- Ber ikki til at seriubyggja bíligar og góðar eigaraíbúðir í somu stødd, kanska 50 – 100 fermetrar?

Kunnu vit eisini væntað, at Tórshavnar Kommuna sleppur sær av við síni stórthundrað sosialu hús og íbúðir?  

 

- Er tað ein ávaring til Bústaðir um ikki at gerast eitt risa útleigufelag og koma undir politiskt trýst seinni at leiga út undir marknaðarprís, spyr Óli Breckmann.