Fyritøkan KJ Hydraulik hyggur nú av álvara út um landoddarnar við alibátum og aliringum. At fyritøkan á Kambsdali hevur nógv samstarv í útlandinum er einki nýtt, og KJ hevur gjøgnum árini eisini selt alibátar og aliringar av landinum.
- Vit hava fingið fyrispurningar úr Skotlandi um alibátar og aliringar. Tað eru serliga tvey feløg, sum vit í løtuni hava samband við. Skotar hava vitjað okkum í Føroyum, og nú eru vit á veg til Skotlands at tosa nærri um teir møguleikar, ið eru.
Ólavur A. Olsen, stjóri í KJ, ivast onga løtu í, at fyritøkan á Kambsdali er kappingarfør, bæði við bátum og ringum.
- Tað, sum vit tosa við skotar um í løtuni, er nakrar alibátar og aliringar, har tær fyrstu leveringarnar ætlandi verða næsta vár.
Stjórin sigur, at enn er ikki vist, at partarnir koma undir land við eini avtalu.
- Endamálið við ferðini í Skotlandi hesaferð er at vita, um partarnir kunnu nærkast hvørjum øðrum. Vit halda, at her eru ávísir spennandi møguleikar, og tað er greitt, at vit vilja verða har, sum ”fiskurin” er.
Ólavur A. Olsen vísir á, at nú KJ í ár byggir seks alibátar til føroysku alivinnuna, er greitt, at hetta nøktar ein ávísan tørv.
- Føroyska alivinnan arbeiðir framhaldandi við útbyggingum, men vit halda, at vit hava ein góðan og kappingarføran alibát, eins og vit hava dygdargóðar aliringar, sum vit í størri mun eisini hava hug at fara út um landoddarnar við, sigur stjórin í KJ Hydraulik.