Føroyskir næmingar strandaðir í Danmark

Ferðin hjá 15 føroyskum HF næmingum er í vanda eftir at danskt ferðavinnufelag er farið á húsagang

 

- Vit eru ómetaliga kedd og skelkað.

 

Tóra Jacobsen er ein av 15 føroyskum HF næmingum, sum skuldu á  námsferð til týrkiska feriuparadísið, Alanya, skrivar danski miðilin, EPN.

 

Men nú danska ferðavinnufelagið, Scanway/Tyrkiet Ekspertens, fór á húsagang í morgun, er ferðin í vanda.

 

Húsagangurin merkir, a tferðafólk, sum skuldi við felagnum, sleppa ongan veg, og føroysku næmingarnir eru nøkur av teimum mongu ferðafólkunum, sum eru fangað í fellurin av húsaganginum.

 

Tey skuldu fara til Turkalands í dag, men strandaðu sostatt í Keypmannahavn.

 

Vit eru ógvuliga kedd og skelkað og sita við eini kenslu av ráðaloysi, sigur Tóra Jacobsen við EPN.

 

Hon sigur, at flokkurin hevur ikki tryggjað seg ímóti slíkum og sostatt er vandi fyri, at tey ikki fáa tær 54.000 krónurnar aftur, tey hava goldið fyri ferðina.

 

Tóra Jacobsen sigur, at tey fingu einki at vita um, at tað bar til at seta seg fyri eina slíka trygging.