FMA skal vera umboðandi

Handanin av FMA virðislønunum verður fyri fyrstu ferð uttan fyri Havnina. Tiltakið verður í Varpinum í Klaksvík fríggjakvøldi 21. mars. Marianna Winther Nagata og Dánjal á Neystabø, úr Tónleikasambandi Føroya fegnast um, at kvinnur hava gjørt seg galdandi á føroyska tónleikapallinum, og hetta sæst aftur í tilnevningunum

– Vit gleða okkum øðiliga nógv at fara til Klaksvíkar, siga Marianna Winther Nagata og Dánjal á Neystabø, úr Tónleikasambandi Føroya 

 

Klaksvíkar kommuna hevur verið ein góður samstarvspartnari og er høvuðsstuðul til tiltakið. Mentanarhúsið Varpið gevur nýggjar møguleikar, og ætlanin er at hetta skal síggja aftur.

 

– Varpið er eitt fantastiska flott hús, og framleiðararnir av sjón varps sendingini fara at leggja seg eftir at brúka salin í varpinum sum ein pall.

 

Ongantíð áður er so nógvur tónleikur komin út sum í fjør At FMA verður hildið á øðrum stað fer at seta sín dám á, men tiltakið fer at líkjast tí sum hevur verið undanfarin ár. Virðis løn ir nar eru nærum tær somu sum í fjør, einasta broyting er at ein áhoyraravirðisløn er komin aftur at.

 

Ein partur av FMA er eftir veitslan. Veitslan aftaná hand an inar plagar at vera í Reinsaríinum, fyri innbodnum. Hesaferð verður eftirveitslan hildin í Varpinum, og øll sum hava verið til FMA tiltakið eru boðin við.

 

– Eftirveitslan verður meira fevnandi, vit skulu ikki úr einum stað í annað, og øll eru boðin við, tað halda vit vera gott. Í fjør var tað elektroniska verk ætlanin Supervisjón, sum fekk uppgávuna at gera jingluna til FMA. Í ár varð skipað fyri kapping í at finna árins jinglu.

 

– Vit fingu 11 jinglur frá roynd um tónlistafólkum. Vit vistu ikki, hvat vit skuldu vænta, men halda hetta verða nógv tá hugsað verður um, at hetta er fyrstu ferð, at vit skipa fyri hesi kapping. Vinnarin gjørdist 16 ára gamli Aron Højgaard. Hann hevur skriv að jingluna saman við Jens L. Thom sen. Aron Højgaard gongur á eftirskúlanum Brúgvin í Skálavík og var í starvsvenjing hjá Jens L. Thomsen.

 

Ætlanin er at skipa fyri kapping á hvørj um ári í ársins jinglu.

 

Ongantíð áður er so nógvur tónleikur komin út

 

Marianna Winther Nagata og Dánjal á Neystabø halda, at før oysk ur tónleikur er í einum góðum stima í løtuni.

 

– Ongantíð áður er so nógvur tónleikur komin út sum í fjør. Í so máta hendur nógv, og tað er dygd í nógva tilfarinum sum verður út givið. Tað koma nýggj fólk til alla tíð, og støðið heldur. Marianna Winther Nagata fegnast um at fleiri kvinnur framleiða plátur.

 

Av tilnevningum er fleirtal av kvinnum í greinunum ársins út gáva, og ársins tónaskald. 3 av 5 av teimum tilnevndu eru kvinnur. Harafturímóti er eingin kvinna tilnevnd ársins tónleikara. Tað er ein uttanhýsis dóms nevnd sum ger av, hvørjir tón leik ar ar verða tilnevndir til FMA virðislønirnar, og hvør ið vinnur. Í dóms nevndini sita tónleikakøn fólk, og dentur er lagdur á, at hesi eru javnt umboðað í kyn, aldri og hvar í landinum tey koma. Dóms nevndin er loynilig til tiltakið er liðugt.

 

– Vit royna at hava so breiða um boðan sum gjørligt, men í síðsta enda er tað dómsnevndin sum velur. Vit sum fyriskiparar hava onga ávirkan á hvør verður vald ur, og soleiðis skal tað vera.