Seinastu mánaðirnar hava starvsfólk og ráðgevar hjá Samherja skriðað sær í nakkanum um, hvussu tey skulu svara tíðindunum hjá Kringvarpinum um málini hjá samtakinum. Ein umboðsmaður hjá Samherja setti seg í samband við blaðstjóran á blaðnum Dimmalætting við tí greiða endamáli at útspilla journalistarnar, sum gjørdu sendingarnar Teir Ómettiligu. Hesar eru sagdar at hava skapt órógv í leiðsluni hjá Samherja.
(Greinin er umsett úr íslendskum til føroyskt við loyvi frá Kjarnini. Hon varð upprunaliga almannakunngjørd á kjarninn.is sunnudagin 23. mai)
Bólkurin, sum hevur vart æruna hjá Samherja síðani ársenda 2019 á ymiskan hátt, hevur ikki einans nýtt sína orku til at broyta fólksligu uppfatanina í Íslandi. Seinastu tveir mánaðirnar, hava summi í hesum bólkinum eisini skift orð um, hvat tey skulu gera við tíðindini úr Kringvarpinum um atburðin hjá Samherja. Hetta kann lesast frá samskiftisskjølunum hjá fólki í Samherja, sum Kjarninn hevur í sínari varðveitslu.
Umboðsmaður hjá samtakinum, skiparin Páll Steingrímsson, setti seg eitt nú í samband við blaðstjóran á føroysku avísini Dimmalætting tann 8. apríl, við tí greiða endamálið at geva kunning, sum kundi sáa iva um trúvirðið hjá tveimum journalistum í Kringvarpinum, Jan Lamhauge og Barbaru Holm. Tey bæði gjørdu sendingarnar Teir Ómettiligu, sum var um Samherja mál við tilknýti til Føroya.
Páll segði, at hann kundi vísa blaðstjóranum, at journalistarnir hjá Kringvarpinum arbeiddu óreiðiligt. Nevndarformaðurin hjá Samherja, løgfrøðingurin hjá felagnum, uttanhýsis PR ráðgevin og stjórin í fyritøkuni Framherja í Føroyum vórðu síðani settir beinleiðis í samband við blaðstjóran í teldupostsamskifti.
Tað skal viðmerkjast, at hetta samskiftið fór ikki víðari, sambært tí, sum blaðstjórin á føroyska miðlinum sigur við Kjarnina. Tó eru fólk í leiðsluni hjá Samherja søgd at vera vitandi um hesa royndina. Páll næstan erpaði sær, í einum samskifti við løgfrøðingin Arnu McClure um, at Torsteinn Már Baldvinsson, stjóri, segði seg vera nøgdan við, hvussu lætt tað var at fáa samband við ein føroyskan miðil. Bjørgólfur Jóhannsson, fyrrverandi stjóri, skuldi havt gjørt tað sama - ”Bubba helt hetta var ørt”.
Tey eru ómettilig
Dekningurin hjá Kringvarpinum í Føroyum, sum varð víst í tveimum pørum í mars og apríl, hevur longu havt tað úrslit, at Samherji hevur játtað at rinda tað sum svarar til 350 milliónir íslendskar krónur til føroyska statin.
Í fyrsta partinum av Teir Ómettiligu, varð tað tikið fram, at samtakið hevði fingið skattafrádrátt í Føroyum í fleiri ár, við at nýta føroyskt dóttirfelag til at skráseta starvsfólk sum fiskimenn, sum í veruleikanum starvaðust umborð á fraktskipum í Namibia. Hesar sendingarnar vóru vístar á RUV um miðjan apríl, við einari viku ímillum hvønn partin. Í samskiftinum millum starvsfólk og ráðgevar hjá Samherja kann fáast tað burturúr, at tíð varð brúkt til at finna útav, hvussu samtakið skuldi verja seg móti tíðindunum úr Føroyum, bæði í Føroyum og í Íslandi.
Tað er tó einki sum bendir á, at samtakið hevur hugsað um at svara uppá innihaldið í sendingunum sum so, og Samherji svaraði ikki spurningunum sendir frá føroysku journalistunum í sambandi við sendingarnar.
##med2##
Blaðstjórin á Kjarnini fyri skotum
Tórður Snær Júlíusson, blaðstjóri á Kjarnini, luttók í seinnu sendingini hjá Kringvarpinum. Hann segði millum annað, at málið hjá Central Bankanum móti Samherja, har illgruni var um, at Samherji breyt reglurnar um útlendskan valuta, varð blivið slept, tí tað gjørdist greitt, at har av misgávum vantaði lógarheimild í ”foreign exchange” reglunum í 2008. Hann vísti á, at undirskriftin hjá ráðharranum manglaði. Tórður segði eisini, at fá fólk í Íslandi vistu, hvussu málið hjá Central Bankanum veruliga hevði útviklað seg, ikki minst orsaka av áralangu herferðini hjá Samherja móti Central Bankanum. Málið var blivið skumpað aftur og fram.
Viðmerkingarnar hjá Tórði, sum eru fult í tráð við dómin hjá the Supreme Court og almennu fráboðanini frá Central Bankanum um málið, skaptu ónøgd hjá løgfrøðinginum Arnu McClure. ”Hatta er burturúr vón og viti”, segði Arna stutt og greitt, tá Páll nevndi orðini hjá blaðstjóranum um manglandi undirskriftina hjá ráðharranum í teirra samskifti.
Páll segði, at eftir sendingin varð send í Føroyum, var tað blivið greitt fyri stjóranum Torsteinn Már Bladvinsson, at Tórður Snær fór at skaða seg sjálvan við framførsluni í føroysku sendingini.
Í einum tráði, søgdu antin Arna ella Tórbjørn Tórðarson tann 14 apríl, at Tórður Snær tosar niður á íslendsku tjóðina við sínum orðum. ”Øll eru svøk, uttan hann sjálvur”.
Nevndarformaðurin settur í samband við føroyskan blaðstjóran
Eftir at seinna sending varð send í Føroyum, fór Páll til tastirnar og setti seg í samband við blaðstjóran á blaðnum Dimmalætting, sum er elsta blaðið í Føroyum og byrjaði sína ferð síðst í 19. øld. Tað verður í dag prentað einaferð um vikuna. 8. apríl sendi Páll ein teldupost til blaðstjóra, Svein Tróndarson, har hann segði seg hava fingið kunning frá familjulimi, sum kendi føroyska miðlaheimin, og hann segði seg vita, at blaðstjórin ikki var ein fjeppari hjá journalistunum hjá Kringvarpinum, Jan og Barbaru.
”Um mín fyritøka Samherji, sendir tær kunning sum vísur, at Barbara og Jan ikki gera tað, sum erligir journalistar eiga at gera, hevði tú so verið áhugaður í at sæð skjølini? Eg seti teg í samband við øll tey tú vilt í felagnum”. Skrivaði Páll til blaðstóran, sum svaraði játtandi.
”Sjálvandi eri eg áhugaður í tilfarinum. Eg kenni stílin hjá Jan og Barbaru, og eg eri als ikki ein fjeppari. Lat meg bara vita, tá tú ert tilreiðar at senda skjølini”, segði blaðstjórin í sínum aftursvari. Eftir hetta takkaði Páll blaðstjóran fyri ”at vilja arbeiða við Samherja”, og setti hann beinleiðis í samband við fólk í Samherja, sum hann segði fóru at taka sær av hesum máli frá teirra síðu, við at seta hesi fólkini á cc í teldupostinum.
”Mr. Eiríkur Jóhannsson er nevndarformaður í Samherja Hf, sum er móðurfelagið hjá Samherji Group. Arna McClure er løgfrøðingur hjá samtakinum. Harra Anfinn Olsen, sum tú ivaleyst kennir, hann stendur fyri virkseminum í Føroyum, og Tórbjørn Tórðarson er ein atknýttur PR ráðgevi”, skrivaði Páll. Hesin listin av fólki er í veruleikanum frá Arnu McClure, men hon sendi Páll listan fyrr um dagin í øðrum tráði.
##med3##
Blaðstjórin sigur seg einki hava fingið – men heldur ikki KVF journalistarnir eru veruligir journalistar Høvuðsmaðurin í hesum samskiftinum var Sveinur Tróndarson, blaðstjóri á Dimmu, sum blaðið verður rópt í gerandismálið. Hann varð bjóðaður at siga sína hugsan um samskifti.
Hann váttar, at samskiftið fór fram, at eitt ”umboð fyri Samherja”, skrivaði til hann, og bjóðaði honum skjøl um Jan og Barbaru, sum vóru søgdu at vísa, hvussu hesi arbeiddu óerliga.
Føroyski blaðstjórin dylur ikki, at hann ikki dámar arbeiðshættirnar hjá journalistunum í Kringvarpinum. Eftir hansara fatan er teirra journalistikkur á lágum støði og hann sigur nøkur av seinastu málunum í Føroyum, hava ikki einans víst seg at vera ”skeiv og gjørd á skeivum grundarlagi”, men at Barbara og Jan hava ”tikið støðu í fløktum málum”, ákært fólk fyri at bróta lógina og somuleiðis uppgivið keldur til løgregluna.
”So sjálvandi vildi eg síggja skjølini”, sigur Sveinur í skrivligum svari til Kjarnina.
Hann sigur, at hann misti áhugan fyri málinum seinni sama dag, tá hann varð settur í samband við ”nøkur fólk” hjá Samherja. ”Eg misti áhugan, tí tað gjørdist greitt, at tey ætlaðu ikki at senda mær skjøl, tað varð væntað av mær, at eg skuldi seta meg í samband við Samherja og so skuldi eg fáa kunning”.
”Eg eri ein vaksin maður, og havi ikki tørv á at nakar heldur í mínari hond, meðan eg lesi skjøl, so eg lat tað fara”, sigur Sveinur og leggur aftrat: ”Tað ávirkar ikki mínar kenslur um arbeiðið hjá Jan og Barbaru. Eftir mínari fatan eru tey ikki journalistar. Tey eru aktivistar og teirra arbeiðshættir skaða øll tíðindi tey nerta við. Tí er tað eingin orsøk hjá nøkrum at sáa iva um trúvirðið hjá Jan og Barbaru, tey hava sátt tann ivan sjálvi við eini ørgrynnu av greinum og sendingum í føroysku miðlunum”.
Sveinur leggur aftrat, at hann hevur ongan áhuga yvirhøvur í Samherja málinum annars – hann hevur ikki brúkt so mikið sum ein minutt at seta seg inn í málið.
Vakthundarnir hjá valdinum eru allastaðni í Føroyum
Barbara Holm, journalistur hjá Kringvarpinum, sigur í skrivligari viðmerking við Kjarnina, at tað kemur ikki óvart á, at Samherji hevur lagt ætlanir fyri at svara sendingunum Teir Ómettiligu á óregluligan hátt.
Kjarnin sendi omanfyrinevnda samskifti millum umboð fyri Samherja og blaðstjóran á Dimmalætting, og svarið hjá blaðstjóranum, orsaka av, hvussu ógvusliga hann valdi at finnast at henni og Jan Lamhauge.
”Eftir mínari meting vildi tað verið meira erligt av Samherja at svara okkara spurningum, heldur enn at finna hættir fyri, hvussu tey skulu undirmeta okkara trúvirði. Vit settu okkum fleiri ferðir í samband við Samherja, tá vit arbeiddu við sendingunum. Tað tóktist sum, at Samherji valdi at ignorera okkara spurningar. Men nú er greitt, at tey varnaðust okkum væl handan leiktjøldini, nú tað letur til, at tey ætlaðu sær heldur at svara á óregluligan hátt,” sigur Barbara
Hetta sigur hon ikki púra ófyrireikað, ”síðani vit øll hava varnast ógvusligu viðferðina, sum Helgi Seljan og aðrir journalistar í Íslandi hava fingið frá Samherja”.
Kjarnin spurdi Barbaru, um hon hevur upplivað trýst ella ógvusligar atfinningar, sum hon heldur kundi sporast til Samherja, antin beinleiðis ella óbeinleiðis, eftir at sendingarnar vórðu sendar í mars og apríl. Nakrir føroyskir miðlar vóru sera atfinningarsamir eftir seinna partin av Teir Ómettiligu, eins og fólkini í ”guerilla eindini” hjá Samherja varnaðust millum sín.
Í einum samskifti millum Páll og Arnu, vístu tey til eina dulnevnda grein á føroysku heimasíðuni Vágaportalurin, sum varð almannakunngjørd 10. apríl við heitinum ”Stormur í einum snapsaglasi”, har innihaldið í Teir Ómettiligu og Barbara og Jan vórðu fyri ógvusligum atfinningum. Samherja fólkini hildu, at hendan yvirskriftin segði alt um tað, sum varð víst í føroyskum sjónvarpi.
Barbara sigur, at tað er ikki óvanligt, at journalistar verða álopnir í Føroyum.
##med4##
”Tíverri er okkara uppliving seinastu árini, at tað eru fólk í Føroyum, bæði í miðlum og í politisku elituni, sum automatiskt standa við fyritøkum ella fólki í valdsmiklum støðum, tá vit gera kritiskan journalistikk. Tí er tað ikki óvanligt at síggja bæði journalistar og politikarar skjóta eftir journalistum, sum dekka tíðindi, og beinan vegin verja tey ríku og valdsmiklu. Royndir journalistar hava enntá tikið á seg stutttíðarstørv sum samskiftisráðgevar fyri størri fyritøkur, við tí eina endamálið at undirgrava trúvirðið hjá journalistum, sum gera kritiskar søgur um fyritøkurnar”.
Sambært Barbaru er hetta blivin ein partur av at gera kritiskan journalistikk, eins og tann um Samherja og dóttirfeløgini hjá Samherja í Føroyum fyri stuttum. Hon sigur, at hon hevur varnast, at Sveinur Tróndarson, blaðstjóri á Dimmalætting hevur verði óvanliga íðin at sáa iva um seg sjálva og Kringvarpið annars seinastu vikurnar. Hon sigur eisini, at tað er ”sjálvsagt”, at tíðindini, sum vórðu send í Kringvarpinum um Teir Ómettiligu ikki vóru ógrundað.
”Skattamyndugleikarnr meldaðu Samherja til løgregluna, og Samherji sjálvt hevur longu rindað 17 milliónir DKK (næsta 350 milliónir ISK) aftur til skattamyndugleikarnar, síðani sendingarnar vórðu sendar fyrr í ár. Hetta veit Sveinur Tróndarson”.
”Kanska Sveinur átti at vent kritiska eyga móti sær sjálvum og sett spurningin – hví er hann ein av teimum fyrstu fólkini Samherji setir seg í samband við, tá tey vilja tveita runu eftir journalistum, sum dekka tey, uttan sjálvi at dálka sær hendurnar?”, sigur Barbara.
Hvat skuldi gerast við tíðindaskrivið hjá Anfinni?
Anfinn Olsen, stjóri og høvuðsparteigari í fyritøkuni Framherja, sum Samherji eigur næstan ein fjóðring av, segði í seinnu sendingini av Teir Ómettiligu, at hann visti ikki av, at pengar vórðu fluttir millum Framherja og dóttirfeløg hjá Samherja á Kypros. Samanlagt 16 ferðir. Hetta hevur skapt órógv í politiska landslagnum í Føroyum, tí føroysk lóg ásetur, at útlendingar ikki skulu stýra føroyskum fiskivinnufyritøkum.
Útsøgnin um, at stjórin og høvuðseigarin ikki sjálvur visti um áhaldandi flytingar til Kypros, var mett at vera ein ábending um, at hann ikki stýrdi felagnum í øllum lutum.
Anfinn tók sínar viðmerkingar aftur, og segði, at tær vóru tiknar úr samanhangi, og ákærdi journalistarnar hjá Kringvarpinum fyri at vreingja tað sum var rætt og satt, og segði, at upptøkutólini hjá Kringvarpinum vóru tendrað, tá hann sjálvur hevði mett samrøðuna sum lidna. Hann segði seg eisini harmast um, at hann ikki var betri fyrireikaður til samrøðuna, men at flytingar av peningi millum Kypros og Føroyar vóru knýttar at farmaflutningi.
Hetta var alt í tíðindaskrivi hjá Anfinni Olsen, sum varð almannakunngjørt á heimasíðuni hjá Framherja, og sum Samherjafólk umsettu til íslendskt, men Torstein Már sjálvur vildi hava tíðindaskrivið umsett og spurdi Páll í einari samrøðu, um hann kendi onkran, sum kundi umseta skrivið.
Tá ið tíðindaskrivið skuldi almannakunngerast í Íslandi, vórðu tó ivamál um, hvat rættast var at gera, og á einum trái millum Torbjørn, Arnu og Páll varð sagt, millum annað, at tað kanska var óheppi at almannakunngera skrivið á heimasíðuni hjá Samherja. Hesar samrøður vóru áleið samstundis sum seinni partur av Teir Ómettiligu skuldi sendast á RUV, sum var 21. apríl.
”Send umsetingina til starvsfólk? Og útvaldar journalistar?” Var eitt boð í tráðnum. Tað varð mett at vera umráðandi at siga, at føroysku journalistarnir høvdu latið upptøkutólini koyra, eftir at Anfinn helt samrøðan var liðug.
Tað varð víst á, at tað vóru fleiri møguleikar og fleiri viðurskifti, sum áttu at verið havd í huga, eitt nú, at tað eru fá fólk sum hyggja eftir RUV so seint um kvøldið. Kanska fóru sendingarnar ikki at fáa so nógv uppmerksemi. Í tí samskiftinum vóru hugsanir frammi um, at tað kanska ikki var snilt at leiða ”óneyðugt uppmerksemi” á, at RUV vísti føroysku sendingarnar.
Tað var ikki full semja um, hvat skuldi gerast við íslendsku útgávuna av tíðindaskrivinum hjá Anfinni Olsen. Ein partur av skrivinum varð ikki mett at vera til stóra hjálp hjá Samherja. ”Eg havi markerað við reyðum teir partar av greinini hjá Anfinni, sum eg meti ikki neyðturviliga hjálpir okkum. Tað er í botninum. Vit noyðast at fáa loyvi frá Anfinni at leggja ein setning aftrat um, at hesar ólógligu og ómoralsku flytingarnar ikki vóru gjørdar, tá hann nú greiðir í smálutum frá, at flytingarnar vóru púra vanligar”, skriva tey í tráðnum.
Teksturin, sum varð markeraður við reyðum, var soleiðis sambært skjølunum, sum Kjarnin hevur í varðveitslu. ”Tað hevur verið sera tyngjandi fyri meg, mína familju og okkum øll hjá Framherja at vera umrødd so í sjónvarpinum og at verða ákærd fyri at luttaka í ólógligum og óregluligum virksemi, sum eg ongan lut eigi í”.
Har vildu Samherjafólkini hava Anfinn at úttala seg sterkari og avnokta, at tað kundi verið talan um nakað ólógligt ella ómoralskt virksemi.
”Eg haldi tað er rætt at senda umsetingina til starvsfólk og ikki almannakunngera skrivið á heimasíðuni. Orsøkin er, at vit vilja hava frástøðu millum Samherja og Framherja, tí beinleiðis ognarluturin hjá Samherja í Framherja er einans 24%. Um vit almannakunngera hetta á heimasíðuni, kundi tað verið at brenni á bálið hjá teimum, sum pástanda, at samskifti millum fyritøkurnar er størri enn ognarluturin ásetur”, varð skrivað. Tíðindabrævið hjá Anfinni er ikki almannakunngjørt á íslendskum á almennum stað.
Nøgdsemi í toppinum: ”Bubbi helt hetta var ørt”
Hetta málið í Føroyum er blivið sera nógv umrøtt sambært innanhýsis skjølunum hjá Samherja, sum Kjarnin hevur sæð. Tað var eingin loyna, at tað var nøgdsemi um, hvussu væl tað eydnaðist Pálli at samskifta við ein miðil í Føroyum. Tað segði hann í øllum førum sjálvur, og tann sama dagin samskift var við føroyska miðilin, segði Páll við Arnu, at hann tosaði við Bjørgólfur Jóhannsson og Torstein Már Baldvinsson, kanska fyri at siga teimum tíðindini.
”Tmb (Torstein Már Baldvinsson) er ikki kendur fyri at rósa fólki, men hann helt tað var eitt gott arbeiði av okkum, at hava greinað eina heila sending í Føroyum, og sett samtakið í samband við miðlar í einum øðrum landi”, segði Páll um Torstein.
Torstein Már Baldvinsson tykist ikki hava tímað at svarað nakað til føroysku sendingarnar. ”Eg haldi vit skulu hyggja eftir tí tilfarinum, skriva okkara viðmerkingar niður og so fáa vit at síggja”, segði Torstein Már Baldvinsson í samskifti við Páll tann 7. apríl, dagin eftir sendingin varð send í Føroyum.
”Bubba helt tað var ørt, at starvsfólk høvdu greinað eina sending frá einum øðrum landi og fingið samstarvspartnara í Føroyum innan 36 tímar, hvat meira kann man biðja um?”, segði Páll um Bjørgólfur.
Nevnast kann, at Bjørgólfur Jóhannsson segði seg úr starvi sum stjóri fyri Samherja tann 12. februar, eftir at hava verið í starvinum síðani stutt eftir samskifti byrjaði um virksemið hjá Samherja í Namibia í november 2019. Hann er kortini framvegis ráðgevi fyri fyritøkuna og er eisini valdur formaður í tí sokallaðu ”compliance nevndini” (í stuttum ein nevnd, sum hevur til endamáls at tryggja, at fyritøkan heldur lógir og reglur í sínum virksemi, red).
Ein av nógvu spurningunum hjá Kjarnini, sum Samherji ikki hevur svarað í sambandi við søgurnar um samskiftisstrategiina hjá Samherja er, um tað er samsvar í millum at sita í hesari nevnd, og samstundis luttaka í hesum virkseminum, sum greitt er frá omanfyri, og í øðrum greinum hjá Kjarnini.