Føroyskur Bollywood-tónleikur

Mynd: Sunrið í Gong

Helgi, sum fyri kortum flutti úr London heim aftur til Føroya, gav í gjár eitt nýtt staklag út. Hetta staklagið verður partur av eini EP, sum fer at koma út í næstum.

 

Lívið er ein fongur, eitur sangurin, og sambært Helga hevur hann íblástur úr House, Acid, Bollywood, Disco og øðrum.

 

Helgi hevur ikki tær mongu útgávurnar á baki, men hevur spælt eitt sindur til ymisk tiltøk seinastu tíðina.

 

Sangurin Lívið er ein fongur er til taks á Itunes og Google Play Music og kann annars hoyrast her. Tvær útgávur eru av sanginum, tó við ymiskum enda. 

 

Fimm sangir vera á komandi EP'ini. Allir sangirnir eru á føroyskum og hevur Helgi, ella Dan Helgi Helgason í Gong, sum hann eitur, framleitt allar sangirnar sjálvur. 

Mynd: Sunrið í Gong

Mynd: Sunrið í Gong

Mynd: Sunrið í Gong

Mynd: Sunrið í Gong

Mynd: Sunrið í Gong