Tað er ógvuliga sjáldsamt, at ung fólk rýma heimaífrá.
Tað er eitt úrslit av kanningini um ung í Føroyum í 2012, skrivar Skúlablaðið. Kanningin umfatar øll, sum eru fødd í 1996, men nakrir fáir luttakarar eru tó eitt ár yngri ella eldri.
Kanningin vísir, at heili 95 prosent av teimum ungu siga, at tey hava ongantí, ella sjáldan roynt at rýma heimaífrá.
Somuleiðis siga 85 prosent av teimum ungu, at tey eru sjáldan, ella ella ongantíð komin illa fyri av at lúgva ella stjala.
|