Fogh avlýsir fólkaatkvøðuna um EU-fyrivarnini

Statsministarin Anders Fogh Rasmussen avlýsir nú fólkaatkvøðuna um EU-fyrivarnini, sum skuldi verða í heyst. Eftir at írar søgdu nei við fólkaatkvøðu, sum var í vár, hevur verið ivasamt hvussu fór at verða í hinum EU-londunum, tað er helst tí, at Fogh nú avlýsir fólkaatkvøðuna.

?Vit hava fyrireikað okkum, til at málið skuldi umráðast í heyst, eisini var ætlanin at halda eina fólkaatkvøðu. Men við tað at írar søgdu nei, er støðan so ógreið, at vit halda at best er at avlýsað, bæði umrøðuna og fólkaatkvøðuna? sigur statsministarin við Jyllands-Posten í kvøld.

Anders Fogh Rasmussen vónar tó framvegis, at fáa málið avgreitt í hesum valskeiðinum, men hann torir tó einki at lova í løtuni.

?Vit halda framvegis, at fyrivarnini ikki eru góð fyri Danmark. Tað rættasta hevði verið at fólkið talaði við eini fólkaatkvøðu. Men í løtuni kann eg ikki siga nær hon verður?, sigur Anders Fogh Rasmussen.

Anders Fogh Rasmussen fær stuðul frá Svend Auken, hann sigur at avgerðin er røtt, og at sosialdemukratarnir vilja hava fyrivarnini burtur, men Svend Auken roknar ikki við at fólkaatkvøðan verður fyrrenn komandi vár.