Vinnumálaráðið skipar í næstum fyri viðkomandi ráðstevnu um harðskap í familjuni. Ráðstevnan verður 19. september 2011 í Norðurlandahúsinum.
Ráðstevnan fer at varpa ljós á viðkomandi evni, so sum:
Avbjóðingar hjá yrkisbólkum í sambandi við fráboðanarskylduna
Viðgerð av harðligum monnum
Børn og ung í harðskapsraktum heimum
Føroysk gransking um børn, sum hava verið fyri harðskapi
Seksuellur ágangur móti børnum og hvussu yrkisfólk kunnu handfara tílíkar støður
Kvinnan í viðgongutíð, sum hevur verið fyri harðskapi, og umhvørvið, sum nýfødda barnið verður borið í
Unnustuharðskapur
Harðskapsraktar familjur í Føroyum
Fyrr í ár stóð Vinnumálaráðið á odda fyri heildarætlanini fyri harðskap í parlagnum og nærsambondum. Heildarætlanin varð gjørd saman við Almannamálaráðnum, Heilsumálaráðnum, Innlendismálaráðnum og Mentamálaráðnum.
Heildarætlanin verður sett í verk fyrst í 2012, men hevur Vinnumálaráðið merkt, at tørvur er á at varpa ljós á hetta evnið nú. Tað hevur eisini verið eftirspurningur frá fakbólkum, sum koma í samband við børn og vaksin, sum liva í familjum, ið eru raktar av harðskapi.
Á ráðstevnuni verður varpað ljós á hetta økið umframt á tær avbjóðingar, sum yrkisbólkar og myndugleikar kunnu møta í hesum sambandi.
Ráðstevnan er ætlað yrkisfólkum og myndugleikum, sum á ein ella annan hátt koma ella kunnu koma í samband við harðskapsraktar familjur annaðhvørt talan er um børn ella vaksin. Dømi um yrkisbólkar eru pedagogar, lærarar, heilsufrøðingar, sálarfrøðingar, sosialráðgevar, løgreglufólk, ljósmøður, kommunulæknar, sjúkrarøktarfrøðingar og ooonur. Dømi um myndugleikar eru løgregla, sjúkrahús, Almannastovan, Nærverkið, barnarverndartænasturnar og onnur. Annars er ráðstevnan eisini ætlað øllum, sum hava áhuga í evninum.