Fólk trívast í Eysturkommunu

- Sambært okkara yvirliti eru vit í løtuni 2.018 fólk í Eysturkommunu, sigur borgarstjórin, Jóhan Christiansen.

- Sambært okkara yvirliti eru vit í løtuni 2.018 fólk í Eysturkommunu, og eg haldi, at fólkatalið hevur ein "tendens" til at veksa.

 

Tað sigur ein vælnøgdur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, sum in.fo hitti í Leirvík í dag.

 

Hann vísir á, at fólkatalið í kommununi, sum fevnir um Leirvík og Gøtu, gjørdi eitt "dýkk" fyri umleið trimum árum síðan, tá tað kom niður á 1930.

 

- Men, síðan eru vit vorðin fleiri aftur, og sambært yvirlitinum, sum Landsfólkayvirlitið sendi út fyrr í ár, hevði Eysturkommuna yvir eitt ár størsta fólkavøksturin - næst eftir Tórshavnar kommunu.

 

Borgarstjórin vísir á, at tá summarið er av, og heystið stundar til, minkar fólkatalið í kommununi nakað - av náttúrligum ávum, sum hann tekur til.

 

- Fólk fara av landinum at lesa og annað, men eg haldi ikki, at vit her í Eysturkommunu missa nógv fólk til aðrar kommunur, sigur Jóhan Christiansen.

 

Í løtuni verður vegur gjørdur til eina nýggja útstykking í Syðrugøtu, og her verða tey fyrstu grundøkini klár at selja tíðliga í heyst. 

 

Næst eftir Syðrugøtu, verður útstykkjað í Leirvík, tí í Leirvík eru eingi grundøki eftir. Í løtuni verða eini 3-4 sethús bygd í Leirvík.