Fólk við gikt og psoriasis fara framvegis at fáa nøktandi viðgerð

Men mannagongdirnar eru broyttar

Heilsuverkið er ikki hildið uppat at senda sjúklingar við gikt og psoriasis til Kroatia at fáa klimaviðgerð. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Tað hevur verið vanligt, at nakrir sjúklingar við gikt  og psoriasis eru sendir til Kroatia har tey hava fingið eina serliga klimaviðgerð, men nú hevur verið sagt, at tað eru tey givin við. Tí hevur Edvá Jacobsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, spurt partamannin, landsstýrismannin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, hví tey eru givin við tí.

 

Men landsstýrismaðurin ger greitt, at tey eru ikki givin. Sambært Sjúkrahúsverkinum fáa allar sjúklingar nøktandi viðger, sigur landsstýrismaðurin. Hann sigur, at teir sjúklingarnir, sum ikki tola at fáa viðgerð við heilivági, fáa framvegis tilboð um klimaviðgerð. Klimaviðgerðin er sostatt ikki avtikin.

 

Men sambært Sjúkrahúsverkinum er mannagongdin at senda sjúklingar til klimaviðgerð broytt, soleiðis, at umsóknir um viðgerð uttanlands til viðgerðarstøð, verða viðgjørdar í visitatiónsnevndini. Hetta merkir, at serlæknin í giktasjúkum og í húðsjúkum, sum sendir visitatiónsnevndin umsóknir og nevndin tekur so støðu til, um tað er grundarlag fyri, at viðgerðin verður játtað. Orsøkin til broytingina er, at allir sjúklingabólkar í Sjúkrahúsverkinum skulu fylgja somu mannagongd.

 

Støðan er framvegis tann, at í mesta lagi eru tað 20 fólk, sum verða send til klimaviðgerð. Kaj Leo Holm Johannesen sigur annars, at hann hevur havt fund við nevndina í Giktafelag Føroya um klimaviðgerð. Tey meta ikki, at tær broyttu mannagongdirnar eru nøktandi og meta, at fleiri giktasjúklingar detta niður ímillum og fáa ikki eina nøktandi viðgerð.

 

Tí hevur hann tikið málið um tær broyttu mannagongdirnar við sjúkrahúsleiðsluna. Tískil væntar hann at viðgerðin framhaldandi verður nøktandi, og at tey, sum ikki tola viðgerð við heilivági, fáa trygd fyri, fáa eitt annað tilboð, sum eru nøktandi - og tað kann vera klimaviðgerð.