Fólk við lítlari skúlagongd fáa fleiri sjúkur

Fólk, ið hava gingið minni enn 10 ár í skúla, hava fýra ferðir størri váða fyri at hava diabetes 2. Tað vísir ein kanning, ið Vár Honnudóttir, fólkaheilsufrøðingur, hevur gjørt. Hon fer nú at kanna, um sosialur ójavni eisini er orsøk til, at fólk í størri mun hava aðrar álvarsligar sjúkur.

 

Kanningar aðrastaðni vísa, at fólk, ið eru illa fyri sosialt, eru í nógv størri vanda fyri at gerast ov tung og fáa ymiskar vælferðarsjúkur.  

Vár Honnudóttir granskar sosialan ójavna í heilsu: 

 

Fólk, ið eru sosialt verri fyri, eru í størri vanda fyri at gerast sjúk og doyggja. Tað vísa nógvar kanningar, ið eru gjørdar kring heimin.

Í Føroyum hava vit góðar skúlar og heilsuverk, ið verða fíggjað við skatti, og sambært hagtølum er lutfalsliga lítil munur á inntøkuni hjá fólki. Kortini bendir nógv á, at eisini her hjá okkum verða munandi fleiri fólk, ið eru illa fyri sosialt, rakt av álvarsligari sjúku. 

Vár Honnudóttir, fólkaheilsufrøðingur, fer nú undir eina ph.d. verkætlan, ið skal lýsa sambandið millum sosialan ójavna og álvarsligar sjúkur, ið ofta eru tengdar at lívsstíli. Hon hevur longu fyri nøkrum árum síðani kannað, um samanhangur er millum útbúgvingarstøði og diabetes 2 í Føroyum. 

Niðurstøðan av hesi kanningini var greið. Hon vísti, at fýra ferðir fleiri fólk við færri enn 10 ára skúlagongd hava týpu 2 diabetes samanborið við tey, ið hava meira enn 13 ára skúlagongd.

- Vit hugsa, at vit eru rættiliga lík í Føroyum, og vit taka okkum væl av hvørjum øðrum. Men allar hugsanir um sosialan ójavna hava higartil mest verið bygdar á gitingar, tí umframt upplýsingar um løn vita vit lítið um sosialu støðuna hjá fólki í landinum.

- Úrslitið av kanningini um útbúgvingarstøði og diabetes 2 samsvarar væl við líknandi kanningar aðrastaðni, og nógv bendir tí á, at Føroyar ikki eru eitt so javnt samfelag, sum fleiri halda, sigur Vár Honnudóttir. 

Spurnabløð til 8000 føroyingar 

Vár Honnudótir hevur arbeitt í fleiri ár í Fólkaheilsuráðnum, har hon millum annað hevur greinað hagtøl úr tveimum stórum kanningum av heilsuni hjá føroyingum, ið vórðu gjørdar í 2015 og 2019. 

Nú fer hon at gera eina nýggja kanning, ið verður enn meira umfatandi. Spurnarbløð verða nú send út til heili 8000 føroyingar í aldrinum 18 til 85 ár.

Kanningin frá 2019 og nýggja kanningin verða grundarlag undir greiningini av sambandinum millum sosialan ójavna og sjúkur, sum Vár Honnudótir fer at gera.

- Í tí fyrstu kanningini hugdi eg bara eftir útbúgvingarstøði og diabetes. Tað eru fleiri onnur viðurskifti enn útbúgving, ið hava týdning fyri sosialu støðuna, til dømis arbeiðsstøða og lønarlag. Í Føroyum eru tað ikki altíð tey við hægsta útbúgvingunum, ið forvinna mest. Til dømis í fiskivinnuni eru nógv, ið hava sera høgar inntøkur, sjálvt um tey ikki hava høga útbúgving.

- Eg vænti, at munurin millum fólk, ið eru væl fyri og illa fyri sosialt, verður eins týðiligur, tá vit hyggja at øðrum sjúkum enn diabetes. Men tað hevur týdning, at vit hava tøl fyri, hvussu tað er í Føroyum, so vit eru tilvitaði um tað, sigur hon.  

 

##med2##

 

Upplýsing er ikki nóg mikið

Fólkaheilsuráðið hevur skipað fyri fleiri upplýsingarátøkum fyri at fáa fólk at gevast at roykja, drekka minni alkohol, eta sunnari mat og røra seg meira. Kortini eru tað ávísir samfelagsbólkar, ið enn hava ein lívsstíl, ið kann elva til sjúku og deyða. 

– Tað hevur verið lagdur stórur dentur á at upplýsa um vandar við skeivum kosti, royking, alkoholi og ov lítlari rørslu. Vit brúka rættiliga nógvan pening til upplýsing, og vit skulu ikki steðga við tí, tí tað hevur týdning, at fólk vita, hvat er gott fyri heilsuna.  Men upplýsing er ikki nóg mikið. 

- Tað vísir seg, at tað eru oftast tey, sum eru allarbest fyri, ið lurta eftir boðskapinum. Tað einasta, sum hendir, er tí, at gloppið millum fólk, ið eru sosialt væl fyri og sosialt illa fyri, verður uppaftur størri, sigur Vár Honnudóttir. 

Hon heldur, at vit í staðin skulu hugsa um, hvat vit kunnu gera fyri tann bólkin, sum er ringast fyri.

- Kanska er okkurt annað har, sum ger, at tey ikki megna at vera við á sama hátt. Um tú ert arbeiðsleysur og hevur fíggjarligar trupulleikar og vánaligan bústað, so er tað ikki tað fyrsta, tú hugsar um, at fara út at renna ein túr. Tað er ræðuliga nógv at krevja tað av fólki, sigur hon.

 - Bara at arbeiða við upplýsing koyrir ov nógva ábyrgd á tann einstaka. Tá vit arbeiða við fyribyrging og heilsufremjan eiga vit at hyggja at, hvørjir bólkar tað eru, ið eru í heilsuvanda. Vit mugu hugsa  um, hví summi fólk roykja og kanska samstundis drekka meira alkohol og viga ov nógv. Vit mugu hyggja at, hvat tað eru fyri livumstøður hesi fólkini hava, sum hava størstan tørv á at fáa tað betur, sigur hon. 

Bygnaðarligar broytingar

Vár Honnudóttir heldur, at tað loysir seg betur at gera bygnaðarligar broytingar enn at skipa fyri fleiri upplýsingarátøkum. 

- Vit mugu hyggja at, hvørjir bólkar hava tað verri enn aðrir, og málrætta fyribyrging til teir bólkar, sum hava mest brúk fyri tí. Har er nógv, ið kann gerast, men tað er í størri mun politisk stig, ið mugu takast, sigur hon.

Sosialur ójavni hevur stóran týdning fyri heilsuna, og hann byrjar longu í móðurlívi.

- Allar mammur eta ikki tað sama, og kosturin hjá mammuni hevur ávirkan á, hvussu fostrið hevur tað. Sosiali ójavnin sæst longu í føðivektini hjá nýføðingum, og hesin ójavni fylgir teimum allan vegin. 

- Men vit kunnu gera nógv fyri at minka um ójavnan. Tey allarflestu børnini eru á stovni nógvar tímar hvønn dag, og har kunnu tey fáa eins mat. Og í skúlunum kunnu vit gera meira fyri at lofta teimum, sum eru verri fyri.

- Útbúgving hevur nógv at siga, tí hon ger tað lættari at fáa eitt starv, sum er minni tyngjandi fyri heilsuna. Hon gevur eisini førleikar, ið gera tað lættari at taka ímóti upplýsingum og broyta lívsstíl. Eisini gevur útbúgving betri fíggjarligar førleikar og netverk, ið kunnu vera gagnlig.

- Men eisini fyri tey, ið hava lítla útbúgving og stravið arbeiði, kann nógv gerast fyri at minka um heilsuvandan av til dømis tungum kropsligum arbeiði og skiftandi arbeiðstíðum, sigur Vár Honnudóttir. 

 

Munurin økist

Kanningar aðrastaðni vísa, at munurin í heilsustøðuni hjá fólki økist. Tey, sum eru væl fyri sosialt, fáa tað betur, og tey, sum eru illa fyri, fáa tað verri. 

- Tí er tað eisini týdningarmikið, at vit fáa føroysk tøl nú, so vit kunnu fylgja við gongdini her hjá okkum, og tillaga fyribyrgingarátøkini.   

Vár Honnudóttir væntar, at vøksturin í sosiala ójavnanum er tann sami í Føroyum sum aðrastaðni. 

– Vit fara at hyggja at, um tað eru nakrir bólkar í Føroyum, ið hava tað nógv verri enn aðrir. Vit vita, at  útbúgvingarstøðið hevur nógv at siga, men vit vilja eisini vita til dømis, um tað hevur týdning hvar í landinum fólk búgva, og hvussu støðan er hjá til dømis einligum og fólki, ið liggja nær við fátækramarkið í løn. Vit vita eisini, at í Havn er eitt øðiliga stórt glopp ímillum tey, sum eiga hús, og tey, sum skulu út á marknaðin at finna sær hús. 

- Men skulu vit fyribyrgja, at sosiali ójavnin eisini førir til vánaligari heilsu, er neyðugt at hyggja at heildarstøðuni hjá teimum bólkum, vit vilja hjálpa. Tað er ikki nóg mikið at siga, at okkurt er skaðiligt, ella at seta bann fyri ymiskum. Tað eru ógvuliga nógvir faktorar, ið gera seg galdandi, og vit mugu arbeiða bæði uppifrá og niðrifrá, sigur hon.    

Granskingarráðið hevur stuðlað ph.d. verkætlanini hjá Vár Honnudóttur við 585.000 kr. Verkætlanin er staðsett á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum og í Fólkaheilsustýrinum.

 

Grein úr Vísindavøku í Sosialinum 8. september 2023

 

##med3##

 

Kanningar aðrastaðni vísa, at fólk, ið eru illa fyri sosialt, eru í nógv størri vanda fyri at gerast ov tung og fáa ymiskar vælferðarsjúkur.  

Fólk, ið hava lítla útbúgving, eru í størri vanda fyri at fáa diabetes 2. Vár Honnudóttir fer nú at kanna, um sosiala støðan hjá fólki eisini hevur ávirkan á, um tey fáa aðrar álvarsligar sjúkur.