- Eri glaður fyri, at alt ikki longur verður samlað á Skálatrøð. Haldi eisini, at tað skuldi verið eitt krav, at vinningar í øllum hesum tjøldunum vóru av betri kvaliteti, sigur Herluf Gudmundarson.

Fyrr vóru fólk meira drukkin á ólavsøku

- Fyrr kundi tú síggja menn berjast á ólavsøku, og ofta sóust nógv fløskubrot. Hetta sært tú næstan ikki longur, sigur Herluf Gudmundarson.

 

- Eri glaður fyri, at alt ikki longur verður samlað á Skálatrøð. Haldi eisini, at tað skuldi verið eitt krav, at vinningar í øllum hesum tjøldunum vóru av betri kvaliteti, sigur Herluf Gudmundarson.

Fert tú á ólavsøku? 

- Ja, vit havnarmenn fara altíð á ólavsøku. Hetta er bæði tjóðarhátíð, men eisini stevnan hjá havnarfólki.

Tað sigur Herluf Gudmundarson, sum heldur fyri, at ólavsøkan helst verður róligari í ár, enn hon onkuntíð hevur verið, tí konan arbeiðir báðar dagarnar.

- Eg fari sjáldan út einsamallur, og yngsta barnið verður í Suðurkorea á Jamboree. Tað ávirkar helst eisini. Men, nokso fast liggur ein góður nátturðabiti heima hjá mammu.

Hvat er tað besta við ólavsøkuni?  

- Flestu fólk eru glað, og nógv eru ílatin flott føroysk klæði. Tú møtir fólki, tú ikki hevur sæð leingi. Útisetar koma heim, og eitt nú er okkara elsti sonur komin heim og skal í síni nýggju føroysku klæðir fyrstu ferð. Eg gleði meg at síggja, hvussu flottur hann verður. Vit ætla eisini at fáa miðlingin lokkaðan í føroysk klæði, men eg veit ikki, um tað fer at eydnast.

Er okkurt serligt, tú minnist frá ólavsøkuni?  

- Minnist, at ólavsøkan sum barn var nógv ógvusligari, enn hon er í dag - kanska tí, tú sjálvur var barn, men eg haldi, at fólk vóru meira drukkin fyrr. Tú sást menn berjast og so øll fløskubrotini.  

Herluf Gudmundarson heldur, at ólavsøkan var øðrvísi fyrr. 

 - Nú eru fá fólk so drukkin, og fløskubrot síggjast næstan ikki. 

Hann sigur, at sum barn samlaðust tey ofta hjá ommuni, og her vóru ofta nógvir gestir úr Skopun og nógv systkinabørn.

- Tá var rokan í fjørðuni, sigur hann brosandi.

Hvat kundi verið øðrvísi við ólavsøkuni?  

- Eri glaður fyri, at alt ikki longur verður samlað á Skálatrøð. Haldi eisini, at tað skuldi verið eitt krav, at vinningar í øllum hesum tjøldunum vóru av betri kvaliteti. Tað skuldi als ikki verið loyvt privatfólki at ríkað seg upp við at hava tombola og ballónsølu á ólavsøku. Hetta skuldi eftir mínum tykki bert hoyrt til ítróttafeløg og skótarnar í býnum. 

At enda sigur Herluf Gudmundarson soleiðis: 

- Eg vil ynskja øllum føroyingum eina góða og glaða ólavsøku við brennandi sól og nógvum góðum løtum.

 

- Eri glaður fyri, at alt ikki longur verður samlað á Skálatrøð. Haldi eisini, at tað skuldi verið eitt krav, at vinningar í øllum hesum tjøldunum vóru av betri kvaliteti, sigur Herluf Gudmundarson.