– Hetta er eitt stórt lyftisbrot. Tað harmar meg, at Annika Olsen og Bogi Andreasen sum tað allar fyrst bróta fremsta og størsta vallyftið hjá Fólkaflokkinum, sum var at lækka skattin.
Tað sigur Sjúrður Olsen, býráðslimur hjá Fólkaflokkinum, sum ikki varð afturvaldur á valinum týsdagin.
Sjúrður Olsen hevur verið formaður í vinnu- og havnarnevndini seinasta valskeiðið, og tað er serliga hann, ið hevur staðið á odda fyri verkætlanini um at útbyggja Tórshavnar havn og at umvæla Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju.
– Tað er sjálvandi skuffandi, at tað ikki gevur atkvøður at arbeiða fyri vinnulívinum í einum vinnuflokki sum Fólkaflokkinum, sigur Sjúrður Olsen.
Gamla býráðið situr fram til nýggjárs, og tað verður tí gamla býráðið, sum skal samtykkja fíggjarætlanina fyri næsta ár, og har fer Sjúrður Olsen at gera sítt til at halda vallyftið hjá Fólkaflokkinum um skattalætta.
– Sitandi samgonga hevur gjørt av, at skatturin næsta ár skal lækka við 0,75 prosentum niður á 19 prosent. Tað fara vit so í øllum førum at gera. Men eg skyldi okkara veljarum at gera eina roynd at lækka skattin enn meira, tí Annika Olsen og Bogi Andreasen hava longu brotið hetta lyftið, sigur Sjúrður Olsen.
Hann hugsar sær at kann amøguleikan fyri at lækka skattin í øllum førum við einum prosenti.
– Tað er eingin loyna, at mín hugsan er at tað er púra skeivt av Fólkaflokkinum at fara í samstarv við Tjóðveldi. Tað merkir beinanvegin, at nýtslan fer til himmals, at færri pengar erða til íløgur, sum aftur merkir verri umstøður til vinnulívið. Og tað síggja vit longu nú, tá Fólkaflokkurin brýtur lyftið um skattalættan, sigur Sjúrður Olsen.
Burtursæð frá tí, so heldur Sjúrður Olsen, at tað sjálvandi er fínt at fáa borgarstjóran. Men mátan tað var gjørt uppá, heldur hann sera lítið um.
– Tá tú gert eina avtalu, so heldur tú hana – líka mikið um hon er munnlig ella skrivlig. Soleiðis arbeiði eg í øllum førum. Og um onkur annar fyrr hevur brotið eina avtalu, so merkir tað ikki, at tú eisini kanst gera tað, sigur Sjúrður Olsen.
Spurdur um hann hevur viðmælt Fólkaflokkinum samstarvið við Tjóðveldi, sigur Sjúrður Olsen, at tann møguleikan hevur hann ikki havt.
– Eingin hevur spurt meg um nakað, tey hava ikki tosað við meg yvirhøvur – eg eri fullkomiliga by-passaður, sigur hann.