Fólkaflokkurin ímóti at yvirtaka útlendingamál – 6 ferðir

Nú valevni hjá Fólkaflokkinum gera vart við, at hesin flokkur vil heimtaka ábyrgdina av útlendingaøkinum, so er ómetaliga torført at taka hetta í álvara.

Nú valevni hjá Fólkaflokkinum gera vart við, at hesin flokkur vil heimtaka ábyrgdina av útlendingaøkinum, so er ómetaliga torført at taka hetta í álvara.

 

Tí bara í hesum valskeiðnum – tvs. seinastu 4 árini – hevur Fólkaflokkurin atkvøtt 3 ferðir ímóti lógaruppskoti frá m.ø. Tjóðveldi, at heimtaka ábyrgdina av útlendingaøkinum. Og hyggja vit longur aftur, so hevur Fólkaflokkurin atkvøtt minst 3 ferðir afturat ímóti at yvirtaka útlendingamál.

 

Ítøkiliga er talan um hesi mál:

 

- 24. apríl í 2006 (løgtingsmál nr. 108/2005)
- 2. mai í 2007 (løgtingsmál nr. 80/2006)
- 23. apríl 2009 (løgtingsmál nr. 83/2008)
- 2. mai 2012 (løgtingsmál nr. 154/2011)
- 7. mai 2014 (løgtingsmál nr. 141/2013)
- 12. mai 2015 (løgtingsmál nr. 23/2014)

 

Samstundis hevur Fólkaflokkurin sitið í stjórn seinasta valskeiðið, og hevur har havt ríkar møguleikar at heimtaka ábyrgdina av útlendingaøkinum – um hetta varð ynskt. Stendur enntá sum einasta økið, ið verandi samgonga ætlaði at heimtaka ábyrgdina av seinastu 4 árini. Og hóast hetta er onki hent. Men latið okkum nú vóna, at okkurt fer at henda eftir komandi val á hesum øki.

 

Føroysk áhugamál verða sjálvsagt røkt best av føroyingum sjálvum. Tað er tí sjálvsagt, at vit eisini taka ábyrgd av útlendingaøkinum – og hesum fara vit í Tjóðveldi framhaldandi at virka fyri.

 

 

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna og valevni fyri Tjóðveldi