Tað verður ikki við vælsignilsi frá Fólkaflokkinum, at stuðulin til LGBT+ Føroyar verður hækkaður úr 50.000 krónur til 100.000 krónur. Tað sigur Birgir Nielsen, býráðslimur í Havn – sum tó ikki er partur av meirilutanum í býráðnum.
Tað var í gjár, at Elsa Berg, borgarstjóri, boðaði frá, at stuðulin til LGBT+ Føroyar verður hækkaður.
Málið er samtykt í fíggjarnevndini og skal fyri á býráðsfundi í dag.
Birgir Nielsen sigur soleiðis í fráboðan á Facebook um málið:
»Á býráðsfundi í Tórshavnar Býráð í dag kemur eitt mál fyri, at økja stuðulin til LGBT+ úr 50.000 kr um árið síðstu trý árini til 100.000 kr. um árið komandi trý árini. Peningurin er til m.a. pride skrúgonguna undan Ólavsøku.
Sambært tíðindaskrivi frá Tórshavnar Kommunu kann lesarin fáa tað fatan, at alt býráðið og eisini Fólkaflokkurin stendur aftanfyri hetta málið.
Lat meg sláa fast, at Fólkaflokkurin í Tórshavnar Býráðið kemur ikki at stuðla málinum um stuðul á 100.000 kr um árið ella íalt 300.000 kr. til LGBT+.
Fólkaflokkurin setur stórt spurnartekin við, um tað yvirhøvur er rætt hjá Tórshavnar Kommunu at stuðla ein felagsskap sum LGBT+, sum kann definerast sum ein politiskur felagsskapur.
Tórshavnar Kommuna hevur sum meginreglu ikki at stuðla politiskum flokkum og felagsskapum, átrúnaðarligum felagsskapum og privatum fyritøkum.
Vit skilja ikki hví skattaborgarans peningur hjá øllum borgarum í Tórshavnar Kommunu skulu brúkast til stuðul til ein felagskap sum LGBT+ og pride skrúgonguna.
Tað eru tað óalmindiliga nógvir felagskapir og økir í Tórshavnar Kommunu sum heldur eiga at fáa stuðul ella betri sømdir. Ikki minst tey heimleysu, børn við serligum tørvi, heilsuøkið, skúlaøkið, umframt nógvir vælgerandi felagsskapir við sjálvbodnum fólki«, sigur Birgir Nielsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin í Tórshavnar býráð.