Fólkaflokkurin stóra framgongd í kanning

Veljarakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri portal.fo vísir, at andstøðan hevði vunnið greitt á samgonguni

Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins, kann fegnast um góða úrslitið hjá flokkinum í veljarakanningini

Størstu framgongdina fær Fólkaflokkurin í kanningini, sum gongur frá 18,9 prosentum á valinum i 2022 til 28,8 prosent í kanningini, ein framgongd upp á 10 prosent, sum hevði givð Fólkaflokkinum fýra tinglimir afturat teimum seks, soleiðis at Fólkaflokkurin hevði fingið 10 tingsessir.

Sambandsflokkurin hevur eina framgongd upp á sløk tvey prosent, sum hevði givið flokkinum ein tingsess aftur.

Javnaðarflokkurin gongur aftur í kanningini við seks prosentum. Tað merkir, at flokkurin sambært kanningini missir tveir tingsessir og fær sjey.

Tjóðveldi hevur eisini stóra afturgongd í kanningini og fer úr 17,7 á valinum til 13,2 prosent í kanningini. Tað hevði givið flokkinum fýra tingsessir í mun til teir seks, sum flokkurin hevur í dag.

Framsókn gongur eisini aftur í kanningini og fer úr 7,5 til 6,9 prosentum, sum merkir, at flokkurin hevði mist ein tingsess og fingið tveir.

Miðflokkurin hevur eina lítla framgongd, men tað hevði ikki broyt tingmanntalið hjá flokkinum.

 

 

Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins, kann fegnast um góða úrslitið hjá flokkinum í veljarakanningini