– Vit eru ikki samd við samgonguni í øllum. So langt frá. Men tá okkurt kemur fyri, sum vit taka undir við, vísa vit fegin á tað. Tí tað er umráðandi, at flokkarnir – um teir eru í samgongu ella andstøðu – arbeiða konstruktivt og hugsa um fólkið fyrst, skrivar Fólkaflokkurin í sambandi við uppskotið hjá Ingilín D. Strøm um at hækka gjaldið úr Barsilsgrunninum.
Fólkaflokkurin skrivar, at uppskotið, sum landsstýriskvinnan í umhvørvismálum sendi til hoyringar um at hækka hámarksútgjaldið í barsilsgrunninum, er gott og tiltrongt.
– Hámarksútgjaldið hevur verið 25.000 kr. síðani 2004. Ein afturúrsigld upphædd, sum tíbetur hevur ein bata í eygsjón. Fólkaflokkurin og hinir andstøðuflokkarnir løgdu eitt líknandi uppskot fram í heyst, sum tíverri fall. Tíbetur leggur landsstýriskvinnan eitt nýtt uppskot fram, sum líkist okkara – og tað fegnast vit um.
– Hetta staðfestir, at hóast vit eru í andstøðu, kunnu vit vera virkin og vísa á skilagóðar loysnir. Mest av øllum fegnast vit um, at barnafamiljur fáa størri fíggjarligt rásarúm.
– Vit í Fólkaflokkinum fara framhaldandi, hóast vit sita í andstøðu, at arbeiða konstrukivt og vísa á loynsir til frama fyri fólkið í Føroyum, skrivar flokkurin.