Fólkaflokkurin: Vit hava ikki fullan lista í Havn

Fleiri politisk valfeløg hava trupulleikar at fylla listan til býráðsvalið 12. november

Tað eru 13 sessir, sum skulu mannast í Tórshavnar kommunu. Tað merkir, at 17 kunnu stillast upp, tí kommunuvallógin ásetir, at stillast kunnu upp fýra fleiri valevnir, enn sessir, sum eru í kommunustýrinum.

Og Havnar Framburðsfelag er eitt av feløgunum, sum ikki væntar, at listin verður fyltur at síðsta uppstillingarfundi í kvøld

Tað sigur Jan Vestergaard, sum er formðaur í Havnar Framburðsfelag.

– Tað er ringt at fáa fólk á listan, og tí fara vit at mæla til, at nevndin sleppur at seta tey síðstu nøvnini á listan, hóast talan er um triðja uppstillingarfund, sigur Jan Vestergaard.

Spurdur um Bogi Andreasen, sum tvær ferðir er valdur í býráðið fyri Fólkaflokkin, í 2012 og í 2016. Í 2008 varð hann valdur fyri Tjóðveli. Leysasøgur hava gingið um, at hann aftur verður á listanum hjá Tjóðveldi hesaferð.

– Bogi Andreasen er ikki á listanum hjá okkum, og hann hevur heldur ikki verið á nøkrum uppstillingarfundi, sigur Jan Vestergaard.

– Eg havi sett meg í samband við hann og ynskt honum vælkomnum á listan, men hann hevur ikki tikið av. Enn í øllum førum. Hann sigur, at hann er kontaktaður av øðrum flokkum.

Spurdur um Fólkaflokkurin hevur valevni í Kollafirði sigur Jan Vestergaard, at tað hava tey ikki. Hann vísir til ein Facebook-bólk hjá kollfirðingum, sum hevur gjørt av, at bara tvey úr Kollafirði skulu stillast upp. Tey eru Anja Weihe í Hoyvík, sum stillar upp fyri Tjóðveldi. Hon er ættað úr Kollafirði, og so Bergur Robert Dam Jensen í Kollafirði, sum stillar upp fyri Javnaðarflokkin.

Enn hevur Fólkaflokkurin bara tvær kvinnur á listanum, tær eru Astrið Breckmann og Jessica Cazabon Celibashi, sum umboðar ungmannafelagið Huxa.

Fólkaflokkurin hevur bara ein býráðslim í Havn, tað er Birgir Nielsen, sum eisin stillar upp hesaferð. Hin býráðslimur, sum varð valdur fyri flokkin seinast, Annika Olsen, sum tá var borgarstjóri, er farin úr Fólkaflokkin og umboðar nú Tjóðveldi í býráðnum. Hon hevur boðað frá, at hon ikki stillar upp til býráðsvalið hesaferð, tí hon fer at taka sær av løgtingsarbeiðinum burturav.