- Vit fara framhaldandi at leggja dent á at skapa fyritreytir fyri trivnaði, framburði og burðardyggari menning við skilagóðari fíggjarstýring, siga tey í Nes kommunu í dag.

Fólkatalið heldur fram við at veksa

Í Nes kommunu hava tey einmælt samtykt fíggjarætlanina fyri 2023, og í hesi greinini sæst, hvørjar tær størstu íløgurnar hjá kommununi verða í 2023.

- Vit fara framhaldandi at leggja dent á at skapa fyritreytir fyri trivnaði, framburði og burðardyggari menning við skilagóðari fíggjarstýring, siga tey í Nes kommunu í dag.

Á bygdaráðsfundi hjá Nes kommunu í gjárkvøldið varð fíggjarætlanin fyri 2023 einmælt samtykt. Skattaprosentið verður 20,5, ið er tað sama sum í 2022. Barnafrádrátturin verður 5.500 krónur, sum eisini er hin sami sum í 2022.

Samlaðu inntøkurnar verða mettar at verða 72,5 miljónir, og rakstrarútreiðslurnar verða mettar til 63,5 miljónir. Hetta gevur eitt rakstraravlop á 9,0 miljónir krónur. Avsettar eru 17,1 miljónir til íløgur, og samlað gevur hetta eitt hall á 8,1 miljónir.

Afturgjalding av skuld verður í 2023 umleið 3 miljónir. Samtykt er, at afturgjalding av skuld verður fíggjað av tøkum peningi. Íløgurnar verður fíggjaðar við rakstraravlopi, tøkum peningi og lántøku á 8 miljónir krónur.

Á barnaansingarøkinum verða ansingargjøldini óbroytt. Frítíðarkortið á 2.000 krónur fyri hvørt barn millum 0-18 ár verður – eins og í 2022 – eisini galdandi í 2023.

Størstu íløgurnar hjá Nes kommunu í 2023 verða hesar:

* 7,52 miljónir til leingjan av grótverjuni í Oyrunum

* 5,20 miljónir til ítróttarøkið á Svangaskarði

* 2,43 mijónir (søla av lendi)

* 2,20 miljónir til fakhøli í Tofta skúla

* 1,70 miljónir til nýíløgu í reinsiverkið

Lesast kann um íløgurnar, sum Nes kommuna ætlar sær at gera í 2023, á heimasíðuni - www.nes.fo 

Fólkatalið í Nes kommunu heldur fram við at veksa. Í dag búgva 1494 fólk í kommununi. Sostatt er fólkavøksturin higartil í ár komin upp á 44 fólk.