Eins og í Føroyum, heldur fólkatalið í Grønlandi fram við at veksa. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Grønlands Statistik, sum Sermitsiaq endurgevur.
Hin 1. apríl í ár búðu 56.595 fólk í Grønlandi. Tað eru 33 fólk fleiri enn hin 1. januar í ár - og 54 fleiri enn fyri einum ári síðan.
Men, barnsburðartalið í Grønlandi er ikki vaksið seinasta árið. Hinvegin eru 43 børn færri fødd í landinum seinasta árið enn árið fyri.
Nú búgva 23.964 fólk í kommununi, sum Nuuk er partur av, Kommuneqarfik Sermersooq, og bara í Nuuk búgva nú 19.397 fólk.
Tað er 136 fleiri enn fyri einum ári síðan.
Meira enn helmingurin av fólkinum í Grønlandi býr í fimm teimum størstu býunum í landinum, Nuuk, Sisimiut, Ilulissat, Aasiaat og Qaqortoq.