Fólkavøkstur: Umráðandi at fremja tilmæli og loysa avbjóðingar

– Tað er umráðandi, at tíð og orka verður løgd í at fremja tilmælini í ætlanini og at loysa avbjóðingarnar, sum nú hómast, heldur enn at gera fleiri ætlanir, sigur løgmaður

Tað sigur hann í svari til ein grein 52a fyrispurning frá Anniku Olsen, sum hevur spurt løgmann tveir spurningar um fólkavøkstur.

 

Fyrispurningarnir eru soljóðandi:

 

1. Eru ætlanir um at gera eina nýggja heildarætlan um fólkavøkstur?

 

2. Um ja, nær kann væntast, at hetta arbeiðið verður liðugt?

 

Í svarinum vísir sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður soleiðis:

 

– Løgmaður tekur ábendingarnar um, at fólkavøksturin er vorðin minni í størsta álvara, og ivast ikki í, at Heildarætlanin - fólkaflyting og fólkavøkstur í 2013, hevur havt eina ávísa ávirkan á fólkavøksturin, sum verið hevur í Føroyum seinnu nógvu árini.

 

Tað er tó umráðandi, at tíð og orka verður løgd í at fremja tilmælini í ætlanini og at loysa avbjóðingarnar, sum nú hómast, heldur enn at gera fleiri ætlanir.

 

Vit hoyra hvønn dag um haldførisavbjóðingarnar.

 

Haldførið snýr seg sjálvandi um krónur og oyru, men so sanniliga eisini um at skapa eitt samfelag, sum er kappingarført um fólkið.

 

Samgongan hevur longu sett inn við átøkum, sum skulu gera Føroyar kappingarførar um fólkið og harvið betri førar fyri at møta teim haldførisavbjóðingum, sum liggja fyri framman.

 

Málið er, at Føroyar skulu hava ein kappingarføran arbeiðsmarknað, eitt kappingarført lestrarumhvørvi og ein kappingarføran bústaðarmarknað.

 

Vit hava framt eina skattaumskipan, sum ger føroyska arbeiðsmarknaðin meira kappingarføran um arbeiðsmegina.

 

Eisini er eitt munandi lønarlyft latið lágløntum á umsorgarnarøkinum, sum skal viðvirka til, at vit í framtíðini kunnu hava nóg mikið av starvsfólki til at taka sær av okkara vælferðarkjarnuuppgávunum á eldraøkinum og dagstovnaøkinum.

 

Ferð er eisini sett á arbeiðið at skapa eitt spennandi og kappingarført lestarumhvørvi, har okkara ungdómur fær møguleikar at búleikast á einum Kampusøki, eins og vit kenna tað uttanlands.

 

Harumframt verður arbeitt við at styrkja samstarvið millum Setrið, Sjúkrahúsverkið og arbeiðsmarknaðin sum heild, við tí fyri eyga at skapa fleiri arbeiðs- og granskingarmøguleikar í Føroyum.

 

Ein tann størsta og mest kompleksa avbjóðingin er helst at fáa ein kappingarføran bústaðarmarknað.

 

Fleiri samgongur hava gjørt átøk at skapa ein meira fjøltáttaðan bústaðarmarknað, men enn er nakað eftir á mál.

 

Løgtingið hevur í vár samtykt at geva kommunum heimild til saman við Bústøðum at stovna almannagagnlig bústaðarfeløg.

 

Tvey lógaruppskot eru ávegis í Løgtingið, sum skulu heimila kommununum at áseta gjald fyri tænastuveitingar á tóm hús og at áleggja bústaðarskyldu á nýggjar útstykkingar.

 

Bústaðarpolitikkur landsins verður nú dagførdur. Í hesum sambandi verður arbeitt víðari við loysnum, sum skulu gera tað møguligt at gagnnýta verandi bústaðarmarknað betri, og eisini verður spurningurin um eina møguliga skipan við býlisstuðli viðgjørdur.

 

Avbjóðingarnar mugu møtast og loysast í felag – tvørtur um floksmørk og valskeið.

 

Løgmaður fegnast tí um, at flokkarnir hava tikið væl ímóti áheitanini um at luttaka í tvørpolitiska arbeiðinum um átøk at betra um haldførið.

 

Í heyst verður fokus sett á pensjónsaldur, skipanina við rentustuðli og fíggjarpolitiskt regluverk.

 

Síðani verður skjøtul settur á nýskipanir og effektivisering av almenna geiranum.

 

Hetta er eitt arbeiði, sum krevur, at allir flokkar tora at fyrihalda seg til viðkomandi og viðkvæmar spurningar um, hvørt almennu skipanirnar í Føroyum hóska til støddina á samfelagnum, ella um tíðin er komin til at umskipa almenna geiran.

 

Arbeiðið snýr seg so sanniliga eisini um, hvussu vit fáa okkara ungdóm at velja Føroyar til, sigur Aksel V . Johannesen, løgmaður, í svarinum til Anniku Olsen.