Hetta er ein størri vøkstur enn undanfarna tíðarskeið, tá fólkatalið vaks við 731 fólkum ella 1,4 prosentum. Hetta skrivar Hagstovan í dag.
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð).
Vøksturin síðsta árið kemur av eini nettoflyting á 551 og einum burðaravlopi á 303.
Bæði nettoflyting og burðaravlop eru størri nú í mun til undanfarna tíðarskeið.
– Tað kemur serliga av, at føðitalið var størri og fráflytingin var minni síðsta árið enn undanfarna tíðarskeið, sigur Hagstovan.
Myndin hjá Hagstovuni her vísir gongdina í fólkatalinum:
##med2##