Liðið hjá landsliðsmálverjanum, Anniku Fríðheim Petersen í bestu norsku hondbóltsdeildini, Follo er í einari tungari gongd fyri tíðina.
Í dag var Follo fyri teprum tapi á útivølli í Molde.
Molde vann dystin 25-23. Heimaliðið var á odda 13-9 í steðginum.
Annika bjargaði 29 prosent av málroyndum ta tíðina hon vardi málið hjá Follo. Kappingarneytin, June Cecilie Krogh bjargaði 33 prosent av málroyndunum, og stóð seg harvið eitt vet betri enn Annika í dystinum.
Follo er næstaftast í deildini við seks stigum.
Komandi mikudag tekur Follo móti Storhamar á heimavølli. Talan verður um eina sera torføra uppgávu hjá Follo. Storhamar er næstfremst í deildini við 30 stigum.