Anders Bering Breivik skal framvegis sita í varðhaldi. Tað staðfesti ein dómari í býarrættinum í Oslo fyri løtu síðani.
Breivik hevur longu sitið í fongsli í 16 vikur. Men nú verður hann fongslaður, tí hann viðgekk gerðir sínar í Oslo og á utøya hin 22. juli, tá 77 fólk lótu lív.
Samstundis skal løgreglan fáa tíð og umstøður at kanna málið enn meiri, tí øll prógvini eru enn ikki tryggjað, og verður hann settur í frælsi kann hann sletta fleiri spor.
Løgreglan kannar framvegis, um Breivik hevur hjálparfólk, hóast alt bendir á, at hann gjørdi alt einsamallur. Hann hevur eisini forboð fyri vitjan og brøvum eina tíð aftrat, og fyri at seta seg inn í tað sum miðlarnir skriva.
Næsti rættarfundurin verður 6. februar, og her fer rætturin at taka støðu til, hvussu leingi hann skal fongslast aftrat.