Forðaði flogfari at sleppa á flog

Franska løgreglan tók í gjár ein mann, sum royndi at forða einum flogfari hjá felagnum Air France at sleppa á flog av Charles de Gaulle-flogvøllinum uttan fyri París. Flogfarið var av slangum Airbus 319, og maðurim fór út á breytina, so tað ikki slapp á flog.

Løgreglan í Prís sigur, at maðurin er gamal kenningur. Talan er um ein 44 ára gamlan mann, sum er arbeiðsleysur, men sum arbeiddi hjá Greenpeace fyrr. So seint sum í síðsta mánað varð hann dømdur treytaða fongsulsrevsing og bót fyri tvær royndir at forða flogførum at sleppa á flog av Charles de Gaulle-flogvøllinum.

Tann 44 ára gamli fransmaðurin sigur, at hann ger sítt fyri at verja umhvørvið, og at hann tí roynir at forða fyri, at flogfør skulu dálka luftina.