Forboðið ímóti fartelefon skal avtakast

Lat heldur bilførarar sleppa at tosa í fartelefon í frið ímeðan teir koyra, heldur enn at teir gera, sum nú, sigur gamal koyrilærari

Eg mæli til at forboðið ímóti at bilførarar tosa í handhildnari fartelefon, verður avtikið.

 

Hetta umstrídda tilmælið kemur frá Johan Beder, fyrrverandi koyrilærara í Fuglafirði, nú Løgtingið hevur tikið ferðslulógina til viðgerar.

 

Sum lógin er nú, er tað ólógligt hjá bilførarum at tosa í handhildnari fartelefon samstundis sum at teir koyra bil. Hinvegin er tað lógligt at brúka oyrasnigil, ella hátalara í bilinum at tosa í telefon við.

 

Hetta hevur mangan verið umstrídd og tað eru tey sum spyrja, hvør munurin er at sita við einum ísi í hondini og eini fartelefon.

 

Og hesum er koyrilærarin samdur í.

 

– Eg taki ikki støðu til um tað skal vera loyvt hjá bilførarum at tosa í fartelefon ella ikki. Men skal tað vera loyvi at tosa í fartelefon, ger tað ongan mun um telefonin er handhildin, ella ikki, staðfestir hann.

 

– Tað er sjálvt forboðið, sum er tann størsti vandin fyri ferðslutrygdina, sigur Johan Beder.

 

 

Les eisini: Tað skal verða loyvt at koyra skjótari í Føroyum

 

 

Hann sigur, at vit fáa ikki hugsavna okkum um meiri enn tvey ella trý viðurskifti um sekundið og um fimm - sjey viðurskifti ísenn.

 

– Og tað hevði verið nógv betri fyri ferðslutrygdina um bilførarar bara sluppu at tosa í fartelefon í frið ímeðan teir koyrdu.

 

– Sum støðan er nú, er tað vanligt at síggja bilførarar bremsa hart á landsvegi tí at telefonin ringir og tá ið teir soleiðis steðga at tosa, eru teir ofta til stóran ampa fyri ferðslutrygdina.

 

 

Les eisini: Vegirnir eru ikki gjørdir til 90 km um tíman

 

 

Johan Beder heldur, at tað tænir ongum endamáli at hava eitt forboð, bara fyri at hava eitt forboð, og tí mælir hann til, at forboðið ímóti at tosa í handhildnari fartelefon ímeðan ein koyrir bil, verður avtikið.

 

Les eisini: Ferðslutrygd: Óhappini gerast álvarssamari