Ford 100 ár - vørubilaframsýning hjá P/F Wenzel

Í samband við at Ford Motor Company fyllir 100 ár í ár, verður skipað fyri ymiskum tiltøkum hjá P/F Wenzel í Havn. Mikudagin 25. juni var vørubilaframsýning, har økisstjórin fyri Føroyar svaraði spurningum um vørubilaskránna

Mikudagin 25. juni var ein vørubilaframsýning hjá P/F Wenzel í Havn. Endamálið við hesi framsýning var at geva vinnulívsfólki og øðrum áhugaðum høvi at síggja og royna Ford vørubilarnar, Transit, Connect, Fusion og Ranger.
Í hesum sambandi høvdu teir vitjan av Torben Engmark frá FMC Danmark, økisstjóra fyri Føroyar. Torben hevur eisini vørubilar sum sítt serumráði. Í sambandi við at Ford Motor Company bleiv 100 ár tann 16. juni, vóru fleiri jubileumstilboð á skránni, tilboðini verða galdandi alla hesa vikuna. Fleiri stukku inn á gólvið og fingu eitt gott bilprát. Ford hava nú eina vørubilaskrá, sum dekkar ein hvønn tørv hjá vinnulívskundum.