Ford Capri 40 ár

Liðin eru 40 ár síðan Ford presenteraði ein spildurnýggjan Ford Capri í 1969. Ford Capri fyllir 40 ár í ár. Tað var í mars 1969 at Ford presenteraði nýggja Ford Capri á altjóða bilaframsýningini í Genéve.

Nógv varð gjørt burtur úr, og Capri var ein rættiliga sermerktur bilur. Lágur og við modernaðum sportligum designi.

Capri, sum var framleiddur hjá Ford Motor Company í Onglandi, varð gjørdur í 17 ár, frá 1969 til 1986, tá næstan tvær milliónir bilar vóru framleiddir.

Motorjournalisternes Klub Danmark hátíðarhalda í hesum døgum, at 40 ár eru liðin síðan »Årets Bil i Danmark« varð valdur fyrstu ferð, og fyrsti bilurin var nevniliga Ford Capri.

TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum