Ford Fiesta var frá byrjan av ein personlig ætlan hjá Ford stjóranum Henry Ford II, sum legði stóran dent á at framleiða smáar bilar, og Ford Fiesta skuldi verða ein bilur til allan heimin. Henry Ford II var sjálvur við í øllum fyrireikingunum, tá nýggja bilverksmiðjan varð tikin í nýtslu í Valencia í Spania í mai 1976.
Fiesta var tann fyrsti Ford, ið hevði tvørliggjandi motor og varð drivin av forhjólunum.