Ford Focus - aspirantur til ársins bil

Tann nýggi Focus frá Ford verður avloysarin hjá góða gamla Escort

Upprunaliga var tað so, at Ford Focus og Ford Escort skuldu koyra lið um lið í eini tvey ár, men síðani hevur Ford Focus tikið yvir lutin hjá Ford Escort, sum ein av mest seldu bilunum á marknaðinum. Nú er tað soleiðis, at Escort 1.6 stationcar og tann fimmhurðaði hatchback halda fram eina tíð framyvir.

Danska bilblaðið Motor hjá FDM hevur verið í Onglandi og roynt Ford Focus áðrenn hann kom á marknaðin í Danmark.

? Tað tykist, sum um allar bilverksmiðjur nú á døgum hava sett sær fyri at seta VW Golf upp á pláss, sigur blaðið.

? Focus er tann triðji bilurin á rað, sum kann reypa av at hava 10 cm størri ásafrástøðu enn Golfurin, sum hevur 2,51 m. Focus hevur 2,615 m millur ásarnar, meðan tann nýggi Opel Astra og Mazda 323 mála ein hálvan sentimetur minni enn Focus millum ásarnar.

Tað tykist sum um, at teir hava hugsað nógv um smálutirnar við Focus, er niðurstøðan hjá Motor.

Knøttarnir til radio, sum eru á róðrinum, eitt øskubikar, sum er sett høgt uppi, um tú ikki velur eina ikki-roykjaraútgávu, tann reyði knøtturin til ávaringarblinkið er fluttur úr vanliga plássinum hjá Ford á róðurstammuni, til miðskeiðis á instrumentbrettinum, soleiðis at ferðandi eisini kunnu tendra hann.

Í radioið verður í 1999 innbygd ein skipan, kallað »Traveller Assists System«. Hendan skipan kann automatiskt ringja eftir hjálp, skuldi óhapp hent, og sigur samstundis, hvar bilurin er staddur. M. a. letur fartelefonmikrofonin upp av sær sjálvum samband til sentralin, um ein airbag verður loyst út, so alarmsentralurin kann hoyra, hvat hendur í bilinum. Skipanin kann eisini, via fartelefonina, nýtast til ferðakunningar.

Hetta er ein skipan, sum vit fara at síggja nógv meira til í komandi tíðum. Mercedes er væl á veg við hesi skipan, og bilarnir hjá General Motors hava longu skipanina undir heitinum »On-star«.


ESP tilhoyr

Tað fer eisini at kunna bera til at keypa eitt elektroniskt stabilitetsforrit.

? Okkara bilur koppar ikki, siga Ford-fólkini og vinna harvið inn á Mercedes.

Nýggj hjólupphang tryggja betri hjólføring enn fyrr, eisini tá bremsað verður, og tey skapa eisini minni gang og ristingar. Tað summi kalla gang dámar øðrum væl at hoyra, siga Fordteknikararnir. Tí hava teir í veruleikanum lagt gangin inn í motorrúmið, ein teknikkur, vit fyrr hava hoyrt um frá BMW.

Hvat motori viðvíkur, so hava teir hjá Ford minkað 90 hk motorin hjá Fiesta niður á 75 hk, men varðveitt dreyningsmomentið. Ford hevur eisini lagt dent á at halda umvælingarkostnaðin niðri, og soleiðis kunnu forlyktirnar í 45% av førunum umvælast við einum reperatiónssetti. Eisini kobling og bremsur eins og stoytdoyvarar eru vorðnir lættari at umvæla. Sagt verður um Ford Focus, at hann kann vera ein týdningarmikil aspirantur til komandi »Ársins bil« í Danmark.