Ford - rakt plett við nýggja Mondeo

Nýggi Ford Mondeo bleiv ein succes, frá tí at hann kom á gøtuna av fyrstan tíð. Motorjournalistar hava róst bilinum til skýggja, og sølan hevur verið avbera góð. Bæði í stødd og hvat koyrieginleikunum viðvíkur er hann munandi betri enn forgangarin

Magnus Gunnarsson
Ford roknaðu við at koma beinleiðis í finaluna í kappingini um kundarnar, tá teir komu á marknaðin við nýggja Mondeo, og soleiðis varð. Bilurin var bæði longri og breiðari enn forgangarin, koyrieginleikarnir vóru betri, meira trygdarútgerð og heilt nýggj motroskrá.
Stórur innan
Umframt at bilurin kann latast eftir ynski, fæst hann í trimum útgávum, hvat úterð viðvíkur: Ambiente, Trend og Ghia. Mondeo verður gjørdur sum sedan við 4 hurðum, við 5 hurðum og stórari baklúku og sum stationvognur. Innan er Mondeo næstan líka rúmligur sum tann størri Ford Scorpio.
Reinir dieselmotorar
Mondeo fæst við 4 ymiskum 4 syl. Duratec-HE bensinmotorum frá 110 til 145 hk, einum V6 24V við 170 hk og ST220 við 220 hk. Tríggir deselmotorar frá 90 til 130 hk eru eisini á skránni Nýggju TDCi commonrail dieselmotorarnir hava eina tøkni, sum ger at teir larma minni enn vanligt, og eru millum teir minst dálkandi dieselmotorar í sínum klassa.
Góðar koyrieginleikar
Teir sum hava konstruerað bilin hava rakt plett hvat viðvíkur koyrieginleikunum, ið eru á sera høgum støði. Stoytdoyvarar, fjaðraskipanin og róðurgreiðir eru so væl sett saman, at tað kann ikki gerast stórt betur. Dekkini, sum eru í støddini 205/55-16, gera eisini sítt til at bilurin er so stúttur at koyra.