Felagið, sum vanliga verður nevnt Foreldrafelagið, varð stovnað 10. mai í fjør við tí endamáli at betra um umstøðurnar hjá smábarnafamiljunum í kommununi at fáa ansingarpláss.
Alt ov lítið er gjørt fyri at útvega fleiri ansingarpláss í kommununi, heldur Foreldrafelagið. 1. mai í fjør vóru 365 børn á bíðilista til ansingarpláss í Havn og 1. mars í ár vóru útvið 400 børn á bíðilistanum.
Foreldrafelagið hevur hetta seinasta árið havt ein arbeiðsbólk til at kanna alternativar barnaansingarmøguleik ar og fyri góðari viku síðan sendi felagið Tórshavnar Býráð eitt bræv við nøkrum uppskotum um hvussu fleiri barnaansingarpláss kunnu útvegast.
Á aðalfundinum leygardagin er nevndarval á skránni og eisini skulu arbeiðsbólkar mannast. Øll áhugað eru vælkomin á aðalfund og nýggir limir kunnu tekna seg í felagið.