Foreldur biðin um at blanda seg uttanum

Foreldur at skúlabørnum í Skopun hava fingið bræv frá sakførara, har hann biðjur tey lata vera við at blanda seg uppí ósemjuna í skúlanum

Skúlastríð

Skopun:Skúlaleiðarin í Skopun fer ikki uttan víðari at finna seg í teimum skuldsetingum, sum eru førdar fram ímótu henni.
Tað ger sakførari hennara, Sigmund Poulsen, greitt í einum brævi til foreldrini í Skopun týsdagin.
Tað var í farnu viku, at tey flestu foreldrini at skúlabørnum í Skopun í farnu viku skrivaðu undir eina kæru til Mentamálastýrið, har tey kravdu, at skúlaleiðaran, Ingun Simonsen, verður koyrd úr starvi og at annar fyrstilærari verður settur.
Men nú hevur sakførarin hjá Ingun Simonsen skrivað foreldrunum, sum skrivaðu undir kæruna, bræv, har hann m.a .biðjur tey lata vera við at leggja seg út í stríðið í skúlanum.
Fleiri av foreldrunum siga. at tey skilja ikki brævið øðrvísi enn at tey verða hótt við stevning, halda tey ikki uppat við stríðnum ímóti fyrstalæraranum.
Í brævinum skrivar sakførarin nevniliga, at tað, sum foreldrini føra fram, ?eru sera álvarsligar ákærur?, sum Ingun Simonsen ?ikki uttan víðari ætlar at lata um seg ganga!?.
Hetta skilja fleiri fóreldur sum, at tey eru hótt við stevning, taka tey ikki kæruna aftur.
Hesum útihýsir sakførarin hjá Ingun Simonsen heldur ikki, men hann leggur dent á, at so langt hava tey ikki hugsað enn.
Úr Skopun hevur verið trupult at fáa nakað ítøkiligt at vita um atfinningarnar ímóti fyrstalæraranum, men í brævinum frá sakføraranum verður nomið eitt sindur við málið. Hann vísir á, at foreldrini hava kært um, at Ingun Simonsen skal vera orsøk til ófrið í Skopunar Skúla, at hon ikki megnar at stýra skúlanum og at hon alla tíðina leggur trupulleikar í vegin.

Friður á skúlanum
Sakførarin skilir ikki, hvussu foreldrini kunnu seta slíkar atfinningar fram.
Hann sigur, at friður er á skúlanum.
?Men har er eitt ótolandi persónligt stríð ímillum Sigurd Bærentsen og Ingun Simonsen, tí Sigurd Bærentsen ikki vil taka ímóti boðum frá skúlaleiðsluni.
Sakførarin sigur, at hetta stríð hevur tikið seg upp tí at Sigurd Bærentsen ikki fekk starvið sum fyrstilærari og tí er tað hann, sum hevur skyldina av stríðnum.
Hann leggur afturat, at vil Sigurd Bærentsen ikki av fríum vilja vil laga seg eftir teim-um reglum, sum galda fyri arbeiðspláss hansara, skúlan í Skopun, má Mentamálastýrið onkusvegna má fáa ein enda á stríðnum.
Sakførarin vísir eisini á, at Ingun Simonsen ongar trupulleikar hevur við lærarum ella næmingum, ella við at stýra skúlanum- uttan tá ið talan er um Sigurd Bærentsen.
Hann sígur at enda, at foreldrini hava tikið atfinningarnar ímóti Ingun Simonsen úr leysum lofti. Atfinningarnar eru ikki undirbygdar og ikki eitt einasta ítøkligt dømi er er nevnt, sum stuðlar uppundir skuldsetingarnar, sigur hann.
Og hann heldur eisini, at tað er sera álvarsamt, at seta skuldsetingar fram á hendan hátt, tí tað setir bæði starvið og livibreyðið hjá henni í vanda.
Hann vísir eisini á, at foreldrini kenna bert málið frá øðrum partinum og tey hava heldur ikki sæð alt í málinum.
?Eg haldi, at tygum ikki eiga at leggja tygum út í hetta persónsstríð ímillum Ingun Simonsen og Sigurd Bærentsen ella at taka partí, men at lata rætta myndugleikan taka sær av hesum, sigur Sakførarin útfrá teimum reglum, sum eru galdandi og ikki útfrá slatri og sleygi og persónligum kenslum, sigur hann at enda í brævinum til foreldrini.