Forfeingiligheit telur meiri hjá samgonguni enn verulig sjálvstýri

Samgongan skyldar Føroya fólki og sær sjálvum eitt svar uppá, hvussu hon fíggjar raksturin av føroyska samfelagnum við einum støðugt skjótt minkandi ríkisstuðli. Her er ov lítið at siga, at tað er neyðugt, at vit seta okkum málið. Tá virkar tað politiska málið sum ein religiøs sannføring.

Hetta segði framsøgumaður javnaðarfloskins, tá ið uppskotið um grundlógarnevnd var til viðgerar í tinginum í gjárt

Men Jóannes Eidesgaard helt, at tað kundi tykjast eitt sindur løgið so lítið, sum Føroya Løgting hevur mett hetta tingmál, sum nú fær fyrstu viðgerð á tingi. Málið varð framlagt 1. des, men varð longu sett á dagsskrá til fyrstu viðgerð annan dagin eftir, sum sambært tingskipanina er stytsta freist. Málið varð tikið av skrá, sum skilagott var, men er í dag sett inn sum nummar 6 av eini dagsskrá, sum telur 10 mál.

Tað kann geva almenninginum eina fatan av, at hetta er bert eitt minni mál, sum við lítlari og ongari umrøðu skal fáast frá hondini. Hetta er bert eitt í røðini.


Rættiliga avgerandi

Vit í Javnaðarflokkinum eru ikki samdir í hesum, tí vit meta sanniliga málið um føroyska grundlóg rættiliga avgerandi og sum eina hending í okkara politisku søgu.

Eitt mál um føroyska grundlóg má skiljast sum seinasta stigið á loysingarleið, nú farið verður burtur úr ríkisfelagsskapinum.

Eitt mál, hvørs viðgerð eigur at fáa tingmenn og flokkar at siga sína erligu hugsan um ta kós, sum samgongan hevur lagt, í støðuni millum Føroya og Danmark.


Málið er greitt

Hóast talan í fyrstu atløgu er um at seta eina nevnd. So er málið greitt.

2. okt. í ár samtykti Føroya Løgting við 18 atkvøðum fyri og 12 atkvøðum ímóti at farast skuldi undir fyrireikingar til samráðingar við donsku stjórnina um at skipa Føroyar sum eitt land við fullveldi.

Tann dagin varð sett út í kortið, og hóast Javnaðarflokkurin atkvøddi ímóti, so eru vit nú í tí støðu, at skipið nú siglir fram við tí stevnu, sum teir 18 hava lagt. Einari stevnu, sum eitur loysing frá Danmark og útmelding úr ríkisfelagsskapinum.


Óttast vandasigling

Og umborð á hesi skútu eru vit øll, bæði samd og ósamd. Samgongumenn ganga so hástórir eftir brúgvavonginum og hyggja hábærsliga upp á luftina, men síggja bert tær allarbestu veðurvánirnar.

Teir síggja hvørki óveðursskíggj ella nakra hóttandi lágtrýst. Vit aðrir við umhugsni fyri skip og manning stúra fyri tí vandasigling, sum øll manningin átti at vitað, at vit stevna ímóti.

Ein vandasigling, sum lættliga kann snýsa alt omanav og meira enn tað, men vónandi bera vit øll boð í bý.

Men, sum longu er lagt fast, so skal skipsráð haldast, áðrenn vit leggja á fjørðin. Tá skal øll tann føroyska manningin spyrjast til ráðs, og svarið er ikki givið frammanundan.

Demokratiska skipan okkara ger, at vit sum minniluti eiga møguleikan at geva okkara hugsan til kennar, og tað gjørdu vit eisini, tá uppskotið til samtyktar um fullveldi var til viðgerðar, men eftirfylgjandi mugu vit bert taka støðuna til eftirtektar. Kósin er nú løgd.


Spónin í greytin

Tingmálið i dag snýr seg um setan av einari grundlógarnevnd, t.v.s. at lunnar nú skulu leggjast undir eina føroyska grundlóg. Allastaðni í heiminum er slík viðgerð umrødd við stoltleika og tign. Vit kenna t.d. søguna um tað amerikansku, fronsku, norsku og donsku grundlógini, har mætir menn í landinum fór undir hetta lógarsmíð. Hetta var tá londini krýndu yvirgongdina frá eini stjórnarskipan til eina aðra.

T.d. tá norðmenn endiliga fingu sjálvstýri, og t.d. tá danir fingu fólkaræði í staðin fyri einaveldi. Men felags fyri allar hesar grundlógir var, at hetta var seinasta stigið í einari prosess, sum hevði verið í umbúnað í longri tíð. Fyrireikingarnar vóru fingnar frá hondini.

Men hóast vit í Føroyum nóg illa hava sett spónin í greytin, so verður nú farið undir at smíða grundlóg.

Um samgongan náar sínum máli við loysing og útmelding úr ríkisfelagsskapinum, so verður tað sjálvsagt neyðugt at smíða eina grundlóg, um ikki alt skal enda í lógloysi og anarki.

Við tí ætlan, sum Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin hava valt við fullveldinum, verður talan um at melda seg út úr ríkisfelagsskapinum við Danmark, og tískil verður danska grundlógin ikki longur galdandi í Føroyum. Tí hava teir fyri neyðuni at smíða føroyska grundlóg.

Hetta arbeiðið, sum hetta lógaruppskot leggur upp til, er seinasta stigið í loysingarætlanini. Og tí er tað eftir ætlan samgongunnar eitt neyðugt stig.

Vanligt er, at flokkar við fyrstu viðgerð boða frá sína støðutakan til eitt mál, og tað vilja vit frá Javnaðarfloksins síðu eisini gera. Vit ásanna, at Føroya Løgting 2. okt. í ár hevur samtykt at fara undir samráðingar við donsku stjórnina um at skipa Føroyar sum fullveldi ella fyri at loysa, fyri at brúka gamalt kent orðaval.

Hetta hevur Javnaðarflokkurin tikið til eftirtektar, tó hann var alt annað enn samdur.

Nú vil sami meiriluti samtykkja at seta eina grundlógarnevnd. Og hetta mugu vit sum andstøða eisini taka til eftirtektar, tí demokratiska skipan okkara sigur, at tað er meirilutin, sum ræður.

Men samstundis sum vit taka hetta til eftirtektar, so hava vit eisini boðað frá, at vit ikki eru samdir og vildu havt gongdina øðrvísi. Javnaðarfloksins uppskot til broytingar krevur ikki eina nýggja grundlóg, tí so leingi ríkifelagsskapurin er galdandi, hava vit donsku grundlógini, og vit hava okkara egnu stýrisskipanarlóg. Og tað ber uttan iva ikki til at hava tvær síðustillaðar grundlógir í sama ríki.

USA hevur bert eina grundlóg, so neyvan ber til, at Føroyar og Danmark hava hvør sína í sama ríki. Nevnast kann eisini, at eitt so gamalt ríki sum Ongland, onga grundlóg hevur.

Vit vilja tó nýta alla okkara tíð og allar okkara kreftir til við demokratiskum amboðum at sannføra samgonguna um at brúka skil og vísa ábyrgd fyri landi og fólki, so vit fáa beint ætlanina frá einari ?antin ella loysn? til eina loysn, har vit øll, uttan mun til støðu okkara í samfelagnum, tora at møta morgindegnum.

Rættiliga ofta seinastu tíðina hevur verið at hoyrt, at tað sum er avgerandi, er, at vit seta okkum málið. Við allari virðing fyri at seta sær politisk mál, so er tað ein sannroynd, at málið í sær sjálvum ikki loysir teir praktisku trupulleikarnar. ?Det grejer sig i sjøen?- politikkur dugur ikki.

Nú fer stórur partur av føroyskari umsiting og øðrum sakkønum at brúka nógva tíð og orku uppá at fáa orða eina føroyska grundlóg, gera uppskot til sáttmála millum Føroyar og Danmark og at gera búskaparligar útgreiningar. Harumframt skulu øll stýrini í landsstýrinum eisini hvør í sínum lagi gera drúgvt útgreiningararbeiði.

Vit eru í Javnaðarflokkinum onga løtu í iva um, at nógv av hesum útgreiningum vilja fáa stóran týdning fyri ta víðari málsviðgerðina, og at tær eru neyðugar fortreytir.

Men tað skal tó ikki dyljast, at vit halda, at hetta grundarlag og hesar útgreiningar áttu at verið gjørdar óheftar av einari frammanundan valdari loysn.

Tað hevði hóast alt verið eitt sindur meira skil á, um vit fyrst tóku støðu, tá grundarlagið var fingið til vega. Men so var ikki. Vanligt hevur altíð verið at strekt kjølin, áðrenn seglini verða sett.

Men tá eg kallaði leist samgongunnar til loysingina at vera ein ?det grejer sig i sjøen?- politikkur, so er tað sjálvsagt tí, at tær fortreytirnar, sum samgongan sigur skulu liggja aftan fyri ein sjálvberandi føroyskan búskap, ikki verður gjørt nakað við.

Og tað hevur heimssøgan ikki tær hepnastu royndirnar av.

Hissini hoyra vit um eina vinnu-strategi, sum skal útvega okkum eykainntøkur, og síðan hoyra vit um eina kunningartøkni-strategi, sum skal útvega okkum aðrar inntøkur, sum skulu viga upp ímóti ríkisstuðulin, sum fer at fella burtur so ella so.

Men hyggja vit eftir tí arbeiði, sum verður lagt fram í samband við fíggjarlógina nú fyrsta dagin, so fær man ikki eygað á nakra satsning frá samgongunnar síðu á nøkrum av hesum økjum.

Tvørturímóti. Útbúgvingarøkið verður skorið niður og vinnuligir satsningar sæðst einki til. Alt hetta kemur ikki av sær sjálvum ella ?grejer sig i sjøen,.?

Aðra tíðir hoyra vit frá aðari síðu í samgonguni um eina fíggjarliga tillaging, har raksturin av samfelagnum og harvið føroyska vælferðin verður umskipað til tær skjótt minkandi inntøkurnar.

Men tíbetur hava vit enn einki sæð til hesa seinastu ætlanina, sum borgarligi vongurin í samgonguni stendur aftanfyri.

Tí hevði tað verið ein góður spurningur, um øll henda orka, sum samgongan nú skal brúka til útgreiningar í samband við eina føroyska grundlóg og annað líknandi arbeiði, ikki fyrst fór í holt við fyrireikingar til eitt meira reelt sjálvstýri heldur ennn tað formella, sum nú verður stýrt ímóti.

At vit veruliga tóku nøkur skilagóð stig til tess at gerast meira fíggjarliga óheftir. At vit veruliga løgdu eina strategi fyri øktum inntøkum til landskassan.


Forfeingiligheit telur meiri enn veruligt sjálvstýri

Men enn einaferð mugu vit ásanna, at forfeingiligheitin við tí formalistiska sjálvstýrinum, telur hjá samgonguni meira enn veruligt sjálvstýri. Fólkaflokkurin hevur annars altíð hildið fast um, at neyðugt var við fíggjarligum frælsi, áðrenn talan kundi verða um politiskt frælsi. Men hesin arbeiðshátturin er ikki í tráð við hetta sjónarmið.

Ella er tað veruliga talan um politiskar heilgarderingar, har ávísur flokkur tryggjar seg, fyri seinni at kunna fara út til veljaran og siga, at vit setta tó hetta og hatta málið fram. Vit fingu løgtingið at samtykkja fullveldið, og vit fingu løgtingið at samtykkja at fyrireika grundlógina. Kunnu teir tá siga, at teirra partur lá ikki eftir?

Ein tingmanður tók her fyri til orðanna nakað soleiðis um loysingarætlanina, at tað var, sum man fyrst vildi spæla finaluna, so kundi man seinni finna útav, um teir innleiðandi dystirnir gjørdu, at ein kvalifiseraði seg. Og tað er rætt, tí tingini koma ikki í røttu raðfylgju.

Og lat okkum hugsa okkum, at sáttmálin um loysingina ikki verður góðkendur við eina fólkaatkvøðu, so er nógv av hesum arbeiði spill av góðum kreftum. Skilabetri hevði verið, at tit bíðaðu, til fólkið hevði talað um sáttmálan. Verður hann góðkendur, so er at fara undir at smíða grundlóg, og mótsatt, fellur sáttmálin við fólkaarkvøðuna, so kundi henda orka verið brúkt til okkurt skilabetri.

Tað luktar ikki sørt av forfeingiligheit og einari ávísari trongd eftir at sleppa at skriva søgu, at mál av so stórum týdningi í hast verða skundað ígjøgnum í meira ella minni úrtíð.

Tann lóggáva, sum her hjá okkum mest minnir um eina grundlóg, er okkarar stýrisskipanarlóg. Sambært tí ætlan, vit í Javnaðarflokkinum hava um sjálvstýri, so verður neyðugt, at henda verður útbygd í takt við økta sjálvstýri. Soleiðis at skilja, at tá t.d. rættarmál er á føroyskum hondum, tá verður neyðugt at tillaga okkara stýrisskipanrlóg til eisini at fevna meira nágreiniliga um dómsvald.

Eg síggi, at landsstýrið ætlar, at grundlógarnevndin eisini skal gera uppskot um eitt føroyskt dóms- og á-kæruvald.

Men eg kann siga so mikið, at tað er einki at ivast í, at arbeiðið við fyrireikingum til eitt føroyskt dóms- og ákæruvald er minst líka víttfevnandi um ikki meira, enn tað at gera eina grundlóg. Tí vildi rættast verið, at hetta við dóms- og ákæruvaldinum var eitt arbeiði fyri seg, eisini tí tað fakliga er sera krevjandi. So hóast vit mæla løgtinginum frá at seta eina grundlógarnevnd, so má Javnaðarflokkurin innstilla seg uppá, at tá meirilutin hevur samtykt uppskotið, so mugu vit við ábyrgd fyri landi og fólki fara við í arbeiðið, tí tað kemur lógin at krevja av okkum. Men áðrenn vit leggja á strongin, meðan Røstin rísin rennur, tí vit ikki vilja geva okkum tíð at bíða eftir rætta sjóvarfallinum, so skal Føroya fólk siga sína hugsan. Tey eiga seinasta orðið, tíbetur.