Stríðið millum sjúkrarøktarfrøðingar og ljósmøður er ikki nakað nýtt, tí tað sama hendi fyri 11 árum síðani.
Nú hevur Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri, sett eld aftur í gamla stríðið í og við, at ljósmøðurnar framyvir ikki sleppa framat tí barsilsdeildini, men bert skulu virka í burðardeildini.
Í Sosialinum í dag greiðir Annika Hoydal, forkvinna í Føroya Ljósmøðrafelagið frá, at tað fer at hava beinleiðis ávirkan á barnakonur og børn teirra.
- Tá ið vit ikki vera inni á barsilsdeildini, so verða fleiri mannagongdir gjørdar, ið innibera fleiri kanningar, ið kunnu føra til óneyðugar viðgerðir av frískum børnum. Sostatt verða frísk børn gjørd sjúkari, tí man fer í størri mun at viðgera frísk børn sum eru tey sjúk, sigur Annika Hoydal við Sosialin í dag.
Les alla samrøðuna og viðmerking frá Johnny í Grótinum í Sosialinum, sum kemur á gøtuna í dag.