FC Suðuroy hevði í gjár aðalfund. Øll nevndin valdi at halda fram og tað fegnast formaðurin, Julius Vest Joensen, um.
- Hugaligt aftaná aðalfundin, at je sum formaður kann staðfesta, at felagið hevur eina trúgva nevnd, sum enn eina ferð tekur eitt tørn. Staðfestast kann eisini, at tað grør um gangandi fót, skrivar formaðurin millum annað og vísur til, at besta mansliðið hevur 19 spælarar, harav 15 eru lokalir.
Hann vísur eisini á framgongd hjá bæði dreingjum og gentum, og at tað gongur framá fíggjarliga. Felagið hevur nú sett sær fyri, at útbúgva dómarar og venjarar í felagnum. Eisini sendi hann eina heilsu til øll tey, sum hjálpa til.
- Okur í nevndini, saman við venjarum og spælarum, gleða ogun til eitt spennandi kappingarár. Góðu viðhaldsfólk, lat ogun enn sum áður gleðist um løturnar vesturi á Eiðinum, og runt um vøllirnar kring landið, tí saman standa onkur sterk, leggur Julius V. Joensen dent á..
Nevndirnar í felagnum eru enn, sum áður:
Starvsnevnd:
Julius Vest Joensen formaður.
Eyðbjørn Thomsen nestform.
Óli Holm peningarøkil.
Kári í Lágabø form. fótbóltsd.
Sámal Midjord form. ungdómsd.
Fótbóltsdeild:
Kári í Lágabø formaður
Birni Kærbech
Allan Enghamar
Ungdómsdeild:
Sámal Midjord formaður
Dánjal Johan Joensen
Amy M. Thomsen
Rógvi Kjærbo
Jonni Joensen.
Sum eyðkalimir í starvsnevndini komu:
Torri Thomsen og Hedin Augustinussen.