Óli Jacobsen er enn einaferð afturvaldur til formann í Føroya Fiskimannafelag. Hetta er níggjunda ferð, Óli Jacobsen er afturvaldur, og er hann sostatt tilsamans valdur tíggju ferðir til formann í felagnum.
Tá freistin at stilla upp var úti klokkan 16 mánadagin, var bara eitt valevni uppstillað. Tað var verandi formaðurin, Óli Jacobsen, og heldur hann sostatt fram eitt skeið afturat.
Hvørt formansskeiðið er trý ár, og hevur Óli Jacobsen tí sitið 27 ár sum formaður, og tá komandi skeiðið gongur út, hevur hann verið formaður í Føroya Fiskimannafelag í 30 ár.
Burtur av hesum skeiðnum skal roknast tíðin, hann sat sum landsstýrismaður fyri Verkamannafylkingina. Men tá var hann kortini valdur formaður í Fiskimannafelagnum.
Óli Jacobsen sigur, at umstøðurnar eru rættiliga nógv broyttar, síðan hann fyrstu ferð varð valdur formaður.
Tey fyrstu 20 árini, hann sat í starvinum, varð orðaskiftið sakligt og undirbygt, sigur Óli Jacobsen. Tá var arbeiðstíðin brúkt til at vinna fram á við sakligum argumentum.
»Men seinni, í nítiárunum, gjørdist arbeiðslagið heilt ørðvísi. Tá var ein óklárur við alt og øll,« sigur Óli Jacobsen og nevnir serliga John Petersen, landsstýrismann.
Tað var soleiðis, sigur Óli Jacobsen, at hesa tíðina tóktist tað, sum politikkararnir skiltu uppgávu sína soleiðis, at alt sum æt verkafelag, var av tí ónda og skuldi forkomast. Tey fingu skyldina fyri alt tað ringa, sum hendi, sigur hann.
Verkamannafylkingin
Nú eru viðurskiftini við at stabilisera seg aftur, sigur Óli Jacobsen.
Hann sigur, at nú hevur Fiskimannafelagið aftur góð viðurskifti við allar flokkar á Tingi.
Men tað kann tó ikki dyljast, at seinastu trý árini hava verið nakað heilt serligt.
Øll vita, at formenninir í teimum báðum stóru verkamannafeløgunum, Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Fiskimannafelag, hava sitið rættiliga illa um sátt, síðan tey saman stovnaðu Verkamannafylkingina, og bæði vórðu vald á Løgting.
Men Óli Jacobsen angrar ikki, at Fylkingin varð stovnað tá.
Tað valið gav hinum politikkarunum ein sovorðnan kvøkk, sigur Óli Jacobsen, at teir nú taka verkafeløgini meira í álvara, enn áður.
»Og um vit nú fáa hendan nógv umtalaða skattalættan, hevur ikki alt verið til fánýtis,« sigur Óli Jacobsen.
Men hann harmast um, at tað hevur tókst sum fremsta uppgáva hjá nógvum politikkarum at eyðmýkja feløgini við at royna at halda tey uttan fyri alla ávirkan.
Ósemjan
At tað hevur verið opin ósemja millum Fiskimannafelagið og arbeiðarafeløgini, hava arbeiðarafeløgini alla skyldina av, sigur Óli Jacobsen.
Tey hava við sínum illvilja ímóti, at fiskimenn skulu vinna sær rættindi, skapt hetta stríðið.
Men formaðurin í Fiskimannafelagnum hevur fingið ótrúliga góða undirtøku frá sínum limum, sigur hann.
Óli Jacobsen sigur, at tá hugt verður aftur á hesi árini, kann hann bert siga, at tey hava verið til gleði.
Hann hevur verið umgyrdur av einum skara av ótrúliga loyalum monnum. Bæði í stjórnini og vanligum limum.
Meðan vit tosaðu saman, kom eitt telefax frá manningin á einum rækjuskipi undir Eysturgrønlandi, sum stuðlaði Óla í arbeiði hansara fyri skattalættanum.
Verri er við hinum feløgunum, sigur Óli Jacobsen.
Tey hava koyrt eina hetz móti Fiskimannafelagnum. Og har er skapt ein gjógv, sum ring verður at fylla aftur.
Har er ógvuliga lítið til felags, sigur Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag.
Álitisstørv
Sum formaður í Føroya Fiskimannafelag hevur Óli Jacobsen skapt altjóða sambond.
Millum annað er hann formaður í fiskimannadeildini hjá altjóða flutningsarbeiðarafelagnum, ITF.
Og sum slíkur hevur Óli ferðast víða um úti í heimi og eisini onkuntíð fingið onkra stóra uppgávu.
Til dømis varð hann biðin um at átaka sær uppgávuna sum semingsmaður í eini trætu, sum var millum Bretland og Argentina. Hetta var nakað eftir Falklandskríggið, sum var í 1982.
Tað ræður um at vera fyrireikaður til at taka móti tí, sum kemur. Og tað liggja nógvar avbjóðingar í komandi skeiði, sigur Óli Jacobsen.
Tá hann byrjaði, sum felagsformaður í 1971, sigur Óli Jacobsen, vóru ongar avmarkingar nakra staðni. Soleiðis er ikki í dag. Nú skal samráðast um hvønn stert, fiskast skal.
Og eisini onnur mál eru fyri. Mál sum eftirløn og arbeiðsumhvørvi eru slík, sum nógv verður tosað um nú.
Og eitt annað mál, sum eisini nógv verður tosað um nú, og helst meira fer at verða seinni, er oljuvinnan.
Neyðugt verður at viðgera oljuvinnu mótvegis fiskivinnu. Og nevnd er sett, har millum aðrar Óli Jacobsen fer at taka hendan spurningin upp.
Óli Jacobsen hevur áður sagt, at tá hetta valskeiðið er av, fer hann at taka seg úr politikki. Og nú, hann er afturvaldur til formann í eitt trýáraskeið, sigur Óli Jacobsen, at tað er endaliga avgjørt, at hann stillar ikki upp aftur til komandi løgtingsval.