Formaðurin sær stórar avbjóðingar

Afturvaldi formaðurin í Fiskimannafelagnum roknar avbjóðingarnar í nýggja valskeiðnum at vera ógvuliga stórar

Fyrr í dag varð tað greitt, at Jan Højgaard er afturvaldur sum formaður í Føroya Fiskimannafelag og harvið verður formaður í trý ár aftrat.

Hann heldur, at avbjóðingarnar hesa ferð eru ógvuliga stórar:

-Sáttmálasamráðingar verða sjálvandi, men øll fiskivinnan stendur eisini frammanfyri einari kollvelting, nú øll loyvini ganga út um sløk tvey ár, og arbeitt verður við at gera eina heilt nýggja skipan.

Vit eru ikki bodnir við í arbeiðsbólkin, sum skal gera tilmæli til nýggja fiskivinnuskipan, men vit eru umboðaðir í einum atknýttum hoyringsbólki, og fiskimálaráðharrin sjálvur hevur eisini givið okkum lyfti um, at hann er garantur fyri, at okkara áhugamál verða tikin við í arbeiðið. Eg og nevndin í Fiskimannafelagnum fara sjálvandi at fylgja væl við og eisini blanda okkum í kjakið, sigur afturvaldi formaðurin.

 

Jan Højgaard leggur serliga dent á, at nýskipanin eisini skal staðfesta, at tilfeingisgjøld, sama hvussu tey verða skrúvað saman, eru gjøld til reiðaríini fyri teirra framíhjárættindi at fiska.

-Vit skulu ikki vera við til at rinda hesi gjøld. Tað lá í kortunum, at vit skuldu sleppa undan teimum nú, men fiskimálaráðharrin dróg í land aftur vegna trýst frá reiðarunum. Vit vilja sleppa undan tilfeingisgjaldinum í stundini, men 1. januar 2018 er í øllum førum slætt borð, og tá er so absolutt ongin politisk undanførsla fyri at loyva reiðarunum at senda okkum rokningar, sum teir av røttum eiga. Tað er eitt absolutt krav frá Fiskimannafelagnum, sigur Jan Højgaard við heimasíðuna hjá Fiskimannafelagnum.

 

Í formansskeiðnum, sum byrjar í morgin 1. februar, ætlar Jan Højgaard at brúka orku upp á at fáa minstulønina upp, og eitt annað arbeiði, sum hann væntar fer at fylla rættiliga nógv næstu tíðina, er ein endurskoðan av øllum sáttmálabygnaðinum.

 

Undir seinastu samráðingunum við Føroya Reiðarafelag um sáttmálan fyri fiskiflotan, samdust partarnir um at seta ein arbeiðsbólk at arbeiða við hesum.

-Bólkurin er ikki settur enn, men tað má gerast nú og arbeiðið setast í gongd. Hetta hevur ikki minni skund, nú ein fiskivinnunýskipan er á trappuni. Eisini í endurskoðanini av sáttmálabygnaðinum er tað ein týðandi táttur fyri okkum at fáa soldað rakstrarútreiðslur hjá reiðaríunum burtur úr manningarhýrunum. Tilfeingisgjaldið er eitt gjald, sum fer av óbýttum, hóast vit hava mótmælt og ongantíð góðtikið tað, men nógvar aðrar rakstrarútreiðslur eru loyvdir frádráttir - tað vil siga, at tær við verandi sáttmála kunnu trekkjast av óbýttum, sigur Jan Højgaard við heimasíðuna hjá Fiskimannafelagnum.