Formansskapurin stuðlar ikki Jógvani á Lakjuni

Hini trý, sum sita í formansskapinum í Løgtinginum, taka ikki undir við ávaringini, sum Løgtingsformaðurin sendi út gjøgnum Facebook í nátt.

Eyðgunn Samuelsen og Bjørt Samuelsen, sum umboða andstøðuna í formansskapinum á Løgtingi, eru millum uppskotssetararnar, sum løgtingsformaðurin ávarar Føroya fólk ímóti.

 

Johan Dahl úr Sambandsflokkinum, sum er annar løgtingsformaður, sigur, at hetta má standa fyri egnu rokning tingformansins.

 

– Etisk mál hava altíð, tað eg veit, verið upp til hvønn einstakan at hava ta støðu til, sum ein metir rætta. So tað má væl eisini vera galdandi í hesum føri. Hann skal bara ikki uttala seg mína vegna ella vegna formanskapin, men sum løgtingsmaður, sigur Johan Dahl.

 

Eyðgunn Sameulsen og Bjørt Samuelsen siga báðar, at hatta má standa fyri tingformansins egnu rokning.