Formligu viðurskifti Føroya við danska ríkið

– eru størsta einstaka forðingin fyri, at Føroyar sum land kunnu luttaka á jøvnum føti við onnur lond

Hergeir Nielsen, fyrrverandi landsstýrismaður, løgtings­formaður og løgtingsmaður fyri Tjóðveldi
-----

Fyri átta árum síðan kom lands­stýrið til ta niðurstøðu, at Føroyar stóu á einum vegamóti, og setti landsstýrið tí sjøtul á arbeiðið við Visjón 2015, sum kom út í bók í 2007.
Nógv er hent síðani, og nógv hendir á uttanríkispolitiska pall­in­um, sum viðvíkur Føroyum og før­oyskum áhugamálum, og nógv tað mesta fer aftur við borðinum.
Visjón 2015, sum kom út í 2007 fór skjótt aftur við borðinum. Á várið 2012 bað landsstýrið um eina frágreiðing um støðu Føroya í Arktis, og fekk hana á ári seinni. Frágreiðingin er áhugaverdur lesn­aður um støðu føroyinga og møgu­leikar teirra í komandi tíðum.
Allýsingin av Arktiska økinum røkkur kring allan knøttin, og um okkara leiðir røkkur hon beint suð­ur um Føroyar.
Her henda stórar broytingar, og broytingarnar í veðurlagnum hava við sær, at fyri at spara tíð, pening og CO2 fer altjóða skipaferðslan millum Atlantshavið og Stillahavið at leita úr Suez- og Panamakanalini umvegis føroyskan sjógv norður um Norðuramerkia og Asia.
Áhugavert orðaskiftið var á tingi um dagarnar grundað á hesa frá­greiðingin um støðu Føroya í Arktis, sum kom út nú í vár.
Frágreiðingin lýsir hvønn týd­n­ing broytingarnar í arktiska øki­num væntandi fáa fyri Føroyar, og ikki kann sigast annað enn, at frágreiðingin er sera áhugaverd og væl úr hondum greidd.

”Arktis er eitt ómetaliga stórt øki,
ið fevnir um 30 milliónir ferkilo­metrar. Fýra milliónir fólk búgva í økinum, sum fevnir um Kanada, USA, Russland, Finnlandi, Noregi og Svøríki, Grønland, Ísland og Føroyar.”
Føroyar – eitt land í Arktis

Spurningurin er bara, hvussu stóran álvara føroyingar leggja í hesa støðu sína í heiminum, og í tey tilmæli, sum eru at finna í hesi frágreiðing.

Eitt teirra sigur:

“Føroyar skulu arbeiða fyri einari munadyggari skipan av arktiska samstarvinum, so smáu londini og samfeløgini, sum hava heim stað í arktiska økinum, kunnu luttaka á fullgóðan hátt.”

– og

”At brúka luttøkuna í Arktiska Ráðnum til at styrkja beinleiðis samstarv og samskifti við øll limalondini, felagsskapirnar fyri
upprunafólk og eygleiðarnar.”
Føroyar – eitt land í Arktis

Men Føroyar fingu ongantíð nakran stól við borðið í hesum Ráðið, og síðan hetta tilmælið sá dagsins ljós á várið 2012, hava Føroyar har­afturat mist tann eina sessin, tær sótu á, tá fundast var.
Danmark, sum ikki er partur av Arktis, hevði tveir skamlar undir liðini á sær. Okkara er nú burtur, meðan hin, ið eftiri er, er merktur ”.. vedr. Grønland.”
Orsøkin er sjálvsagt hon, at Før­oyar vera ikki roknaðar fyri nakað í politiskum samanhangi, tí tær vilja tað ikki sjálvar.
Hjálagdar álitinum um Arktis eru so eisini heildarætlanir fyri tey ymsu londini, ma. ein seksti síð­ur drúgv ætlan fyri ”Kongeriget Danmarks Strategi for Arktis 2011-2020,” har Føroyar eru umrøddar á eini hálvari síðu.
Ein røð av øðrum tilmælum, sum í veruleikanum eru avgjørdar fortreytir fyri lívføri og virksemi í Føroyum og føroyskum hav- og sjóøki eru at finna í hesum riti, so sum týdningarmikla raðfestingin av trygd, trivnaði og umhvørvi okkara.
Nevnd verður ma. týdningar­mikla umsitingin av fiskiskapinum á kendum og ókendum leiðum í Íshavinum, nú alt bendir á, at fiskastovnar, sum Føroyar longu nú hava søguligan áhuga í, fara at flyta seg longri norður, og at Føroyar tí eiga at fylgja arbeiðinum hjá ICES í arktiska økinum.
Eisini verður mælt til, at rann­sóknir í arktiska økinum verða rað­festar frammalaga saman við flotanum, ið virkar har.
Sjálvsøgd og skilagóð tilmæli kom her út í bók, samstundis sum vit drýpa høvur og hugsa um, hvussu aftarlaga almennu Før­oyar framvegis raðfesta sjálvar for­treytirnar fyri rannsóknum, eitt nú tað nýggja havrannsóknarskipið, sum ferð eftir ferð verður tikið av dagsskrá.
Vit fáa í arktisku frágreiðingini at vita, at økt skipaferðsla økir um smittuvandan av fiskasjúkum, og at tað tí eisini er neyðugt at áseta reglur um tøming og útskifting av mø. barlastvatni í føroyskum sjógvi.
Men vit gera bara einki við tað.
Vit fáa at vita í hesum til­mæli frá í vár at vita, at vatnið kann inni­halda skaðiligar og sjúku­elvandi verur, og um dálkað vatn verður latið út í føroyskan sjógv, kann hetta hava álvarsligar avleiðingar fyri m.a. alivinnuna.
Men vit gera bara einki við tað, og í heyst hevur so alivinnan stað­fest, hvussu álvarslig henda til­ráðing er.

”Mælt verður til, at landsins til­búgvingarætlan fyri oljubasing á sjónum verður politiskt staðfest og raðfest.”
Føroyar – eitt land í Arktis.

Oljutilbúgvingin, at handfara olju­dálking á sjónum, er sjálv fortreytin fyri at til ber at verja lívfrøðiliga margfeldið og áhugamál Føroya í sambandi við ali- og fiskivinnuna, og eiga Føroyar tí at ganga undan og røkja sínar skyldur í altjóða, norðurlendskum og arktiskum avtalum um millumtjóðasamstarv á hesum øki, so at til ber at avmarka spjaðing av einari oljudálking á sjónum, meðan bíðað verður eftir hjálp úr grannalondunum.
Eingin annar ger tað fyri okkum, og tá vit liva so at siga 100% av tí sum náttúran gevur, er eisini úti við 100% vissa fyri, at vit doyggja stráðdeyðan, um vit av berum kleyvarskapi missa tað lívfrøðiliga margfeldi av hondum.
Frágreiðingin, ”Føroyar – eitt land í Arktis,” er sum frammanfyri nevnt áhugaverdur lesnaður, og hálvt ára gomul, nú hon varð løgd til orðaskiftis á tingi.
Tingið hevur í sínum skjølum staðfest, at aðalorðaskifti var um frágreiðingina tann 26. november 2013, og at málið er avgreitt.
Tilmælini eru tó alt annað enn avgreidd. Tey eigur landsstýrið á, og um ikki nakað skjótt hendir frá tess síðu, eiga flokkarnir á tingi at taka um endan og fáa gongd á fleiri av hesum álvarsmálum sum skjótast.
Orðaskiftið á tingi var áhugavert í longum drøgum, men kortini var okkurt, ið misprýddi myndina, og var tað serliga hesin gróðursetti óttin fyri, at føroyingar møguliga vunnu sær sjálvstøðugan sess mill­um hinar tjóðirnar í Arktis.
Frágreiðingin um londini og havið kring Arktis verður nú løgd oman á Visjón 2015, har tað í nýtum orðum varð sagt, at vit komu aldrin at fóta okkum úteftir, um vit ikki áttu ræði á okkum sjálvum.

“Hinvegin er stjórnarrættarliga støðan í fleiri førum ein av­marking eitt nú tá ið ræður um føroyskan limaskap í ymiskum millumtjóða felagsskapum. Tá tykjast formligu viðurskifti Føroya við danska ríkið at vera stórsta einstaka forðingin fyri, at Føroyar sum land kunnu luttaka á jøvnum føti við onnur lond.”
Visjón 2015
Men eins og við fólkaatkvøðuni frá 1946 ræddust sambandsflokkarnir eisini her sítt egna barn.
Álit tróta okkum ikki. Vit eiga tey í øllum ælabogans litum um støðu okkara úteftir yvir tey seinastu fýrati árini, síðan Danmark risti ríkisfelagsskapin av sær og leitaði inn í annan ríkjafelagsskap.
Føroyar og føroyingar koma aldrin at fóta sær úteftir, um teir ikki ráða sær sjálvum – bæði inn­eftir og úteftir - verður tikið uppaftur og uppaftur.
Men vit gera bara einki við tað.
Nú fáa vit so at síggja, um eisini hendan frágreiðingin endar oman á øllum hinum í teimum tjokkfullu skuffunum úti í Tinganesi.
Ein tjóð, sum soleiðis støðugt og áhaldandi rennur undan sínum egna samleika, rennur undan sín­um egna skugga, og sostatt sær sjálvum. Føroyar koma tá ikki víð­ari, meðan grannar okkara fara stormandi framvið okkum.
“… at Færøerne, hvor meget man end skalter og valter med dem, ingensinde har været og ingensinde kunne blive Danmark, og at intet Fremskridt, men kun et uopløseligt Vildrede, bliver Frugten af de Bestræbelser, ved hvilken man taber Landets og Folkets Ejendommelighed af Sigte.”
Niels Winther (1822-92)
(fyrsta umboð føroyinga á Ríkisdegi)
Niels Winther segði tað í nítjandu øld, EU - álitini søgdu tað í 20. øld, Visjón 2015 og Arktiska frágreiðingin siga tað í einogtjúgundu øld.
Øll tosa tey sama mál um hjálp­ar­leysu støðu føroyinga, fóta teir sær ikki og taka av teimum ovur­stóru avbjóðingum, teimum standa í boði.
Halastjørnan, sum fór um sól­ina um dagarnar, kolaðist upp, tí hon slapp ikki leys av veldugu at­dráttarmegini frá sólini.
Hon kundi farið víðari út í kos­mos, slap hon leys av veldugu atdráttarmegini frá sólini, men liggur nú sum ein avbrendur grús­bunki upp á sólini.
Mangt bendir á, at samfelag okk­ara kann fáa somu lagnu.
Verða vit slúsaði inn í annað samfelag, guva vit burtur sum serstøk tjóð í Arktis.
Eydnast okkum hinvegin at vinna á atdráttarmegini, er okkum lív lagað sum sjálvstøðug tjóð við teimum risa stóru møguleikunum sum liggja og bíða eftir okkum sum partur av tí náttúruríka arktiska felagsskapinum.