Fornfrøðiliga rannsóknin Niðri í Toftum við Borðoyarvík í Klaksvík

TíÐindaskriv

Fríggjakvøldið 31. januar, verður fyrilestur á Norðoya Fornminnasavni, Klaksvík, har Anna Katrin Matras, fornfrøðingur, leggur fram tey fyribilsúrslit, ið higartil eru greið viðvíkjandi búseting Niðri í Toftum frá seint í víkingartíð og seinni.
Undantikið tað, sum danin Daniel Bruun kannaði seinast í 19. øld og nýliga aðrar smærri fornfrøðiligar kanningar, er rannsóknin Niðri í Toftum tann einasti tíðandi fornfrøðiligi útgrevsturin, sum hevur verðið gjørdur í Norðoyggjum.
Í øllum Norðoyggjum eru fleiri toftir eftir búseting at síggja í lendinum, frásagnir eru um aðrar, sum ikki eru sjónligar í dag, og møguliga liggja upp aftur aðrar toftir í lendi, har vit einki vita um at fólk hava búð.
Tí kunnu vit rokna við, at tá ið vit leita aftur til miðøldina hevur búseturmynstrið verið eitt heilt annað í Norðoyggjum enn vit kenna frá teimum seinastu øldunum, við kendu bygdunum vit enn hava í dag.
Í lendinum runt Borðoyarvíkina eru eisini fleiri sjónligar toftir, har lendið Niðri í Toftum bert er eitt av fleiri.
Hetta økið innast við Borðoyarvík er nú eisini meira fornfrøðiliga komið við upp í tosið um ein komandi veg frá undirsjóvartunnilinum undir Leirvíksfirði, tí her skal vegurin leggjast.
Tí kunnu vit eisini rokna við at meira fornfrøðiligar rannsóknir verða gjørdar har í nærmastu framtíð, áðrenn vegurin verður gjørdur.
Rannsóknin av toftunum Niðri í Toftum byrjaði í 1969, tí hildið varð at toftirnar vóru í vanda fyri at fara í havið, vegna tað at bakkin har var máðaður so nógv, at toftaleivdirnar stóðu fyri at rapa og fara heilt, um ikki varð tikið um tær. Hendan rannsóknin helt fram hvørt summar fram til 1973, tá ið steðgað varð.
Norðoya Fornminnasavn fekk tikið rannsóknina upp aftur í 1989, og varð eisini hildið fram summarið 1990.
Nú seinastu tvey sumrini hevur eisini verið grivið Niðri í Toftum, og hevur Anna Katrin tikið lut í grevstrinum hesi bæði sumrini, seinasta ár sum grevstrarleiðari.
Hon fer í framløguni at leggja fram úrslit frá grevstrinum hesi árini rannsóknin hevur verið, hvørjir bygningar hava verið har, hvørjum tíðarbili teir eru frá, og so fer hon eisini at siga frá nøkrum av teimum mest tíðandi gripunum, ið eru komnir undan kavi í rannsóknini.
Framløgan verður fríggjakvøldið kl. 8.