Fornminnissavnið forkunnuga gávu

Sonur Niclas í Koltri, Niclas Niclasen, hevur givið Føroya Fornminnissavni amboð og lutir frá pápa sínum. – Hetta er stórfingin gáva og er fyrstu fullfíggjaðu amboð vit hava frá bátasmíði, sigur Erland Viberg Joensen, savnavørður

Kendasti bátasmiðurin í nýggjari tíð er uttan iva Niclas í Koltri. Umframt hópin av vanligum føroyskum bátum er hann vorðin ímyndin av føroyskum kappróðri, og standardiseraði í síni tíð føroysku kappróðrarbátarnar.
Nú hevur so Føroya Fornminnissavn fingið gleði av stórfingnari gávu, sum sonur Niclas í Koltri, Niclas Nislasen, hevur latið savninum.
- Talan er fyrst og fremst um abmoð og lutir frá bátasmíðinum hjá Niclas í Koltri úti á Heygnum Mikla, sigur Erland Viberg Joensen, savnsvørður.
Niclas í Koltri doyði í 1991 og konan, Elisabeth, í summar, so nú er bert sonurin, Niclas, eftir.
- Sonurin kemur so til Føroyar. Hann er fyrrverandi skipari og býr í Noregi, og hann ringir so til Fornminnissavnið og bjóðar okkum eina gamla bíbliu úr húsunum úti í Koltri, umframt nakrar sálmabøkur. Tað siga vit sjávlandi ja takk til, sigur Erland Viberg Joensen.
Síðani verður tosað við Niclas Niclasen, og hann kemur so fram við gestabókini hjá Elisabeth og Niclas, sum bæði hevur verið í húsunum í Koltri og í Havn.
- Í henni síggjast promenentir gestir, bæði útlendingar og kendir føroyingar, umframt fólk, ið hava bílagt bát, sigur Erland Viberg Joensen.

Modellskip
Eitt annað, ið Føroya Fornminnissavn eisini fekk, er bíleggingarbókin hjá Niclas í Koltri, og í henni er eitt fullfíggjað yvirlit yvir allar bátarnar, sum Niclas í Koltri hevur smíðað.
- Talan er bæði um vanligar útróðrarbátar, men eisini yvir allar kapróðrarbátarnar, sigur Erland Viberg Joensen.
Meðan Andrass Mortensen, stjóri á Føroya Fornminnissavni, og Erland Viberg Joensen eru á vitjan úti á Heygnum Mikla, sleppa teir at síggja smiðjuna í kjallaranum.
- Andrass er jú serfrøðingur í føroyskum bátasmíði, og hann helt hetta vera so mikið stóran fong, at vit bera upp á mál um møguleiki er fyri at Fornminnissavnið fær tað, sum Niclas Niclasen ikki sjálvur hevur brúk fyri. Og svarið var, at vit kundu velja sjálvir, sigur Erland Viberg Joensen.
Teir fara so í gongd, meðan savnsfagnaðurin var í heystfrítíðini, og at kalla alt savnsfólkið hevur verið úti á Heygnum Mikla og savna saman.
- Vit síggja so ein part av tí, ið vit fingu heim við okkum aftur, sigur Erland Viberg Joensen, og vísir á níggju av modellskipunum, sum Niclas í Koltri hevur bygt, tað fyrsta tá hann var bara 11 ára gamal.
Hetta eru modellskip, sum Niclas í Koltri gjørdi til kenda hylin úti í Koltri. Hann gjørdi tilsamans 19 slík skip, eitt er givið burtur, meðan Fornminnissavnið sum nevnt hevur fingið tey níggju.

Stórur fongur
Hann sigur, at nógv helst minnast hesi modellskip, men tey eru kortini bert ein »síðuvinningur«, sum savnsvørðurin málber seg.
- Tað, sum hevur størstan týdning, eru øll amboðini. Talan er um eitt fullfíggjað savn av amboðum, sum Niclas í Koltri brúkti, og fleiri av hesum amboðum hevur hann sjálvur gjørt, sigur Erland Viberg Joensen.
Av hesum eru bæði klombur, høvlar og skabilónir av øllum handaslag.
- Skabilónirnar eru serliga spennandi, og hann hevur ein hóp av hesum til ymsu bátastøddirnar umframt mát, sum eru gjørdar til kappróðrarbátarnar, sigur Erland Viberg Joensen.
Men eitt er at fáa alt til høldar, tí fyri framman liggur eitt stórt arbeiði at skráseta allar lutirnar.
- Alt skal skrásetast lut fyri lut ella grip fyri grip. Sumt skal reinsast og sumt skal bøtast um og setast í stand. Hetta er eitt umfatandi arbeiði, men tað sum síðani kundu hugsa okkum er, at almenningurin onkusvegna sleppur at síggja øll hesi amboð og lutir, tí Niclas í Koltri er helst tann bátasmiðurin, ið er kendastur í 20. øld, sigur Erland Viberg Joensen.
Hann sigur, at Niclas í Koltri ikki bert er kendur millum føroyingar, men eisini uttanlands.
- Hann var jú yviri í USA í 1976 og smíðaði bát í samband við eitt tiltak, ið nevndist »Scandinavia Today«. So hetta er ein stórur fongur, sum Føroya Fornminnissavn hevur fingið, sigur Erland Viberg Joensen, savnsvørður.