Forsøgnir: Turt og sól á Summar Festivalinum

Fyrr í vikuni spáddu veðurstovurnar regn summar løtur á Summar Festivalinum, men nú sær frægari út

Í dag spælir bólkurin Aqua á Vágsbøi í Klaksvík, nú ársins Summar Festivalur fer av bakkastokki í dag. Og at síggja til verður tað í fínasta veðrið. Tí DMI sigur, at í dag verður sól og at tað verður 3 -  8 m/s. 

 

 

Tað sama er galdandi fyri fríggjadagin, tá ið millum annað Zara Larsson spælir. Tá sigur DMI frá 3 - 8 m/s av vestri og útsynningi. Fyri tað mesta turt og sól og hitin um dagin upp í 13 stig og um náttina millum 7 og 10 stig. 

 

 

Leygardagurin stendur nú eisini til at vera turrur. DMI skrivar, at tað verða 3 - 8 m/s av ymsum ættum, nakað av sól og fyri tað mesta turt. Hitin upp í 13 stig um dagin og niður í 5 stig um náttina.